Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar Náttaravnunum í Føroyum

Hannefíða Joensen

Í dag hava Náttaravnarnir Føroyar og Tryggingarfelagið Føroyar undirskrivað eina trý ára samstarvsavtalu.


Náttaravnarnir eru fólk sum sjálvboðin ganga úti um næturnar í vikuskiftinum. Royndir úr Norðurlondum vísa, at náttaravnarnir økja um tryggleikan hjá teimum ungu. Hagtøl vísa, at í hinum Norðurlondunum er harðskapur og herverk minkað munandi, síðani náttaravnarnir komu.

Náttaravnarnir í Føroyum arbeiða við fyribyrgjandi arbeiði innan rúsevni og í náttarlívinum. Hetta gera tey m.a. við at ganga vakt í býarlívinum fríggjanátt og leygarnátt í Havn.

Eisini hava tey ein árligan Náttaravnadag, sum í 2013 verður 1. september. Á hesum degnum eru áhugaverdir fyrilestrar um evni sum t.d. rúsevnismisnýtslu, og vilja tey eisini við hesum degnum kveikja áhuga millum foreldur, at gerast sjálvboðnir náttaravnar.

Ella Múller, umboð hjá Náttaravnunum sigur, “vit gleðast um, at vit hava fingið eina 3 ára stuðulsavtalu við Tryggingarfelagið Føroyar. Vit hava samstarvað og fingið stuðul til ymisk tiltøk, faldara o.a. frá Tryggingarfelagnum í fleiri ár, men við eini 3 ára avtalu, fáa vit betri arbeiðsfrið og kunnu vit við hesum, legga meira langtíðarætlanir fyri arbeiðið hjá Náttaravnunum í Føroyum.”

Náttaravnarnir eru altíð sjónliga tilstaðar í gulu náttaravnsjakkunum, og á hendan hátt økja tey um tryggleikan á staðnum. Tey hjálpa teimum ungu við smásnuddum, og hava altíð hýtir og karamellur í lummunum, sum tey ungu so kunnu fáa, um tey ynskja tað. Somuleiðis hjálpa tey teimum, ið eru komin illa fyri, til hús. Eisini kunnu tey geva boð víðari til ett nú sjúkrabil og vakthavandi, um tørvur er á hesum.

Endamálið hjá Náttaravnunum er:

– at taka ábyrgd, at vísa umsorgan

– at økja lokalu trygdina

– at fáa menniskju at vaksa

– at “vera har” – serliga fyri børn og ung

– at vera partur í einari fyribyrgjandi heild

– at gera mun, á ein einfaldan hátt.

Somuleiðis sum visiónin hjá Náttaravnunum í Føroyum er at skapa tryggleika, er missiónin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum at skapa tryggleika. Vit frøast um, at vit nú saman við Náttaravnunum í Føroyum kunnu skapa tryggleika í náttarlívinum í Føroyum, sigur Maria á Dul, deildarstjóri hjá TF Holding.