Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tryggur sigur á Tjaldur

Oliver Joensen

Stjørnan legði hart út í dystinum móti tjaldur sunnukvøldið. Tá leiktir vóru 6 min., var støðan 6-0 til Stjørnuna og leiðin var løgd til stórsigur.

Men so kom líkasum stígur í hjá heimaliðnum, upplagdir málmøguleikar blivu misnýttir, og nógv mistøk vórðu gjørd. At hvørki annika ella Alina vóru við, merkti sjálvandi spælið hjá Stjørnuni. Hóast leikararnir á Tjaldursliðnum vóru rættiliga ungir, so fullu teir ikki í fátt, og stríddust óført, og megnaðu at fyribyrgja einum sonnum stórtapi, hóast talan bleiv um ein so greiðan sigur til Stjørnuna sum 33-13.
Einasti leikarin hjá Stjørnuni, sum kundi vera nøgdur við sín innsats á vøllinum, var tann 15 ára gamla louisa Andreasen, sum saman við Katarinu Stjepanov gjørdist toppskjútti við 9 málum.
Eftir sigurin er Stjørnan framvegis oddalið við 24 stigum fyri 12 systir, meðan VB á øðrum plássi hevur 20 stig  fyri 11 dystir.
Mikudagin skal Stjørnan til Vágs at leika fyrru hálvfinaluna í steypakappingini móti VB, og tað verður ein heilt annar dystur. Skal Stjørnan gera sær vónir um at vinna tann dystin, so skulu aðrir bollar á suppuna, og tað ivast vit í, at tað verður. Til tann dystin verða væntandi bæði annika og Alina við.
-Koyr á Stjørnan!!!

Harleywoodpaint