KÍ kvinnurnar vunnu tryggan 6-0 sigur móti AB og halda tryggu oddastøðuna í landskappingini hjá kvinnum.
Longu í hálvleikinum var støðan 3-0 til KÍ, har Eyðvør Klakstein skoraði tvey mál og Rannvá B. Andreasen skoraði eitt. Í seinna hálvleiki økti Sigrid Jacobsen, áðrenn innskifta Erla Christiansen, sum fyri stuttari tíð síðani fylti 15 ár, skoraði tvey mál, ið samstundis vóru hennara fyrstu í bestu deildini.
Annars kann sigast, at KÍ til dystin var styrkt í mun til áður, tí Olga Kristina Hansen var á KÍ miðvøllinum. Hon hevur áður leikt við KÍ, men er upprunaliga AB leikari og býr í løtuni niðri. Sum skilst er tað serliga til Champions League dystirnar í summar, at Olga skal styrkja um KÍ liðið. Við sigrinum liggur KÍ á odda í landskappingini við 29 stigum. Heili 8 stig eru niður til EB/Streym/Skála á 2. plássi.




