Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Trygvi Mortensen skal venja NSÍ

John William Joensen

Leygarkvøldið gjørdist greitt, at Trygvi Mortensen verður venjari hjá NSÍ næsta ár og í 2006, tí hann hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við felagið.

Herfyri gjørdist greitt, at Jógvan Martin Olsen ikki heldur fram sum venjari hjá NSÍ næsta ár, eftir at hann í trý ár hevur havt ábyrgdina av flaggskipi felagsins. Serliga í 2002 hepnaði væl við gulli í steypakappingini og silvuri í landskappingini, og annars er tað blivið til europeiska luttøku hvørt árið.
Nokk so náttúrligt gjørdist Trygvi Mortensen avloysarin hjá Jógvan Martini, nú nýggjur venjari skuldi finnast. Trygvi var hjálparvenjari hjá Jógvan Martin Olsen í fjør og til í juni í ár, tá hann tók við starvinum sum venjari hjá B68.
Trygvi Mortensen er ikki ókendur í felagnum, sum hann spældi fyri alla sína virknu tíð sum fótbóltsspælari, og eisini hann venjari fyrst í 1992 og síðani aftur í 1999 og 2000. Í 2001 vandi hann EB/Streym og altso seinnu helvt av kappingini í ár B68.