– Tað verður álopsfótbóltur og undirhald, ið kemur at eyðkenna NSÍ liðið næsta ár, sigur nýggi høvuðsvenjarin, ið ætlar sær eitt pláss í toppinum.
Trygvi Mortensen er nýggjur høvuðsvenjari hjá NSÍ. Trygvi hevur áður verið venjari hjá besta liðinum hjá NSÍ. Í 1992, 1999, 2000, 2005 og 2006 var Trygvi høvuðsvenjari hjá besta liðinum hjá NSÍ, so talan er um kendan mann í starvinum.
Álopsfótbóltur við góðum liði
Trygvi sigur, at tað verður álopsótbóltur og undirhald, ið vit kunnu vænta at síggja frá NSÍ næsta ár.
– Eg eri typan, ið ynski undirhald og álopsfótbólt. NSÍ liðið í ár var rættuliga gott og missa vit ikki meira fólk, so hava vit eitt líka gott lið sum í ár. Fáa vit so onkran styrk inn afturat, so sær heilt gott út. Tað vera neyvan kollveltandi broytingar í spælistíli, hóast ein nýggjur venjari altíð setur síni fingramerkir á. Hópurin er rættuliga góður og eg meti í løtuni, at vit fara at berjast um plássini frá nummar 4 og uppeftir næsta ár, sigur Trygvi Mortensen.
Framhaldandi í FSF
Trygvi Mortensen situr í starvsnevndini hjá FSF og spurnartekin hevur verið sett við, um hann framhaldandi kemur at sita har.
– Eg havi nærum bara uppgávur við ungdómin at gera í FSF, so har verður eingin forðing og eingin broyting. Men í kappingarnevndini haldi eg ikki fram, tí tað sigur seg sjálvt, at eg ikki fái verið har, sigur Trygvi Mortensen og leggur afturat, at hann umboðar ikki NSÍ í FSF, men allan føroyskan fótbólt.
Mynd: nsi.fo




