Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Trýst er á bæði KÍ og Víkingi

Jákup Ósá

Bæði KÍ og Víkingur liggja langt aftanfyri liðið, sum liggur frammanfyri á stigatalvuni.

Fríggjakvøldið kl. 18.00 verður dystur við Djúpumýru millum KÍ og Víking. Hetta eru tey bæði feløgini, sum kappaðust um FM í 2016 og 2017, har Víkingur báðar ferðir dró longra stráið. Men tað vera tey ikki í 2018. KÍ liggur enn til at varðveita 2. plássið, men hevur heili 8 stig upp til 1. plássið, meðan Víkingur liggur á 4. plássi og hevur heili 7 stig upp til 3. plássið. Eftir at B36 vann løgmanssteypið, so er tað eitt krav hjá Víkingi at fáa antin NSÍ ella KÍ aftur fyri at sleppa í Europa League næsta summar, meðan KÍ má vinna dystin bæði fyri at halda lítlu vónina um at fáa HB aftur og ikki minst at halda NSÍ aftanfyri seg, sum liggur tvey stig aftanfyri. NSÍ er tað liðið, sum hevur fingið flest stig eftir summarsteðgin.

 

 

Sostatt kann sigast, at nógv stendur uppá spæl fríggjakvøldið. Eitt tap hjá KÍ sendur helst KÍ endaligt út úr FM stríðnum og møguliga niður á 3. pláss eftir hetta umfarið, meðan eitt tap hjá Víkingi helst merkir, at eingin møguleiki verður at røkka Europa League plássi næsta ár. Tí eftir hetta umfarið vera 18 stig eftir at kappast um, og tá verður trupult at innheinta mun á 10 stig.