Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tsunami-alda rakti Føroyar fyri 7.200 árum síðan

John William Joensen

Fyri umleið 7.200 árum síðan hendi eitt ovurstórt skriðulop á norsku hellingini, har einir 1700 km3 av leiri og eyri ruddu út í Norska havið.

Hendingin elvdi til eina røð av tsunami-aldum, sum raktu øll londini í Norð ur atlants havi.

Útrokningar vísa, at Føroyar vórðu raktar av tsunamialdu einar tveir tímar aftaná hendingina.

Granskarar úr Svøríki, Danmark, Noregi og Onglandi hava leitað í nøkur ár eftir ábendingum kring Føroyar, sum kunnu siga nakað um, hvussu høgt tsunami-aldurnar skolaðu inn yvir landið.

Í boringum í vatn inum á Vágseiði í Suðuroy eydnaðist teimum at staðfesta og dagfesta jarðløg frá tsunami-ald unum.

Borikjarnurnar vísa, hvussu tsunami-aldurnar, sum skolaðu inn yvir vatnið á Vágseiði, skræddu alt upp framman fyri sær. Gras, mold og alt tað  leysa á vatnbotninum varð skrætt upp niður á hellu á leiðini. Samstundis blakaði ovur stóra aldan
havsand og smásteinar inn yvir vatnið. Vavsturin av sandi, smásteinum, skelj um frá havinum og lívrunnum tilfari frá landi datt sum fráleið niður á botn í vatn inum aftur. Oman á hesum eyðkenda tsunami-tilfarinum liggja upp til nakrir metrar av vanligari vatnmóru, sum eru botnfallin hesi farnu
7.200 árini.

———-

Lesari hevur sent okkum hetta innslagið , ið vísur eina data-animasjón av tí tsunamiðuni.

(Matematisk avdeiling, universitetið í Oslo) hevur gjørt animasjónina.

Trýst her