Tað lá líkasum í kortunum, at Bogi Rasmussen skuldi gerast sjómaður. Bogi greiðir í samrøðuni frá ymiskum, sum hann hevur upplivað, og um hvussu tað er at vera pápi, maður og sjómaður.
John D. Olsen
Jaja, tað er ein ordilig avbjóðing. Nei nei, vit skulu ikki brúka hann til nakað. Veirurin er umleið 1400 metrar og er eitt sindur slitin. Vit tora ikki at taka nakran tjans. Eg rokni við, at eg skal avstað aftur um eina viku. Fínasta slag, vit hoyrast!
32/33 ára gamli pápin, maðurin, skiparin og vinnulívsmaðurin, Bogi Rasmussen, trýstir á tann reyða knøttin og forbindilsi umvegis mobiltelefonina er avbrotið.
Bíða líka, eg fari líka at leggja Rebekku.
Bogi trillar við barnavogninum runt um húsini og stillar vognin afturundir omanfyri, soleiðis at eingin vindur kemur í vongin. Hann skal líka leggja næstyngsta barn teirra at sova, áðrenn vit seta okkum niður uttan fyri í seinnapartssólini omanfyri húsini, fyri at práta eitt sindur um lívsleið hansara.
Áhugin fyri havinum
-Hevur tú altíð haft áhuga fyri havinum, Bogi?
Tað lá líkasum í kortunum, at eg skuldi verða sjómaður. Abbi mín Palli Rasmussen, vanliga nevndur Palli hjá Mariannu, keypti Borðoyanes frá Kjølbro. Síðani tá, kann man siga, hevur familjan hjá okkum tikist við fiskarí. Eftir at pápi mín, Kristian Martin, eitt skiftið hevði verið skipari á Borðoyanes keypti hann, í 75, Christian í Grótinum.
Frá tí eg var tólv ára gamal var eg hvørt summar við Christiani í Grótinum í Eystur Grønlandi.
Eg valdi at verða sjómaður; sjálvt um tað kanska ikki var eitt beinleiðis val, av tí tað kom heilt av sær sjálvum. Eg standi enn tann dag við valið. Eg hevði ikki tiltonkt mær nakað annað kanska onkutíð, tá tungar løtur eru, men nei nei. Eg missunni ongum, at vera heima.
Tá tú ert burtur, tá veit tú, at tú hevur umleið hálvfjerðs metrar at fyrihalda teg til, og tað er innan fyri hesar metrarnar at títt lív skal útfolda seg tað sum tú ikki hevur innan fyri hesar karmarnar fært tú ikki.
Dámar tær at sigla, so fært tú ikki betri lív í verðini; men gert tú tað tí tú ert noyddur og ikki tí tær dámar tað, so er tað mangan keðiligt, rokni eg við.
Tá eg í 90 var liðugur við fólkaskúlan, var tað heilt natúrligt, at eg fór til skips. Vit fiskaðu tá í Suður Afrika við Christiani í Grótinum. Har vóru vit í tvey ár. Í Januar 94 fór eg á skiparaskúla í Havn. Mær dámdi væl at ganga í skúla, men tó ikki akkurát, tí at mær dámdi so væl at lesa, men tí at frítíðin var stuttlig. M.a. var tað um hetta mundið, at eg møtti Tinu.
Hendingaríkt ár: 97
– Tá tú vart liðugur at lesa í 95, byrjaði tú beinanvegin, sum 23 ára gamal at føra skip?
Umleið tvey ár gingu, áðrenn eg sjálvur fekk møguleika at føra Christian í Grótinum. Eg minnist væl, at eg fiskaði sum skipari fyri fyrstu ferð tann 1. juli í 97. Hesir fyrstu túrarnir í lodnu, eru fullkomiliga klárir fyri mær. Hetta vóru stórar løtur fyri meg. Abyrgdin vár stór og spenningurin eisini hareftir.
97 var í nógvar mátar eitt hendingaríkt ár. Umframt at eg fyrstu ferð førdi skip, giftust eg og Tina í oktobur hetta árið.
Í gjøgnum alt 97 arbeiddu vit eisini við at byggja nýtt skip tann núverandi Christian. Eisini hetta árið, fóru vit við gamla Christiani til Marokko. Tá eg kom aftur av brúðarferð, fór eg beinleiðis til Afrika at fiska. Og var tað har, at ein av mínum mest negativu upplivingum, í samband við fiskarí, fór fram.
Óeydna í Marokko
Vit høvdu fiskað í umleið tríggjar vikur, og alt hevði gingið væl. Vit løgdu veiðuna upp í einum býi, sum kallast Laiune. Havnin var so lítil, at vit bert fingu gronina ímóti, tá vit skuldu leggja veiðuna upp.
Tann eina dagin, vit høvdu lagt gronina ímóti fyri at uppskipa veiðuna, súgaði tað rættiliga nógv og var hetta við til at skræða ein pullert leysan; harafturat stútaði gronin á skipinum móti kaiini. Tá eg gjørdist varugur við, hvussu ógvusligt hetta var, leyp eg uppá brúnna og bakkaði frá. Men tá vit vóru leysur hoyrdu vit eitt ordiligt buldur, og høvuðsmotorurin steðgaði. Vit róku tí fyri vindinum og vóru harumframt so óhepnir, at móra kom uppí køliskipanina, sum førdi við sær, at eisini ljósmotorarnir sløknaðu. Har lógu vit við einum totalt blackoutaðum skipið.
Vit lógu alla náttina og maneraðust við hetta her. M.a. høvdu vit ein kavara niðri at hyggja eftir skrúvuni, og vísti tað seg, at eitt dekk var komið í skrúvuna. Tað var so lítið skil á kavaranum; tí hvørja ferð hann kom upp til ein steðg, fekk hann sær meir enn ríkiligt uppí nevið, soleiðis at hann tilendans ikki var førur fyri at kava. Tí fingu vit hann inn aftur í havnina, uttan at hava fingið dekkið av skrúvuni.
Seinni vórðu vit togaðir innaftur í havnina, men tað súgaði enn so mikið, at tá vit høvdu fingið fast, enn einaferð mátti fara frá, tí at pullertar og veirar slitnaðu. Vit fingu so sleipibátin at sleipa okkum útaftur við reyvini fyrst. Tá vit so koma útum molan, sleppa vit akkerið og verða leysir av sleipibátinum. Áðrenn skipið heilt hevði draga sær á undan vindinum, løgdu vit til merkis, at vit róku ov hart tá var akkerið slitna! Vit róptu so beinanvegin eftir sleipibátinum og hann kemur so útaftur, men tá liggja vit mitt í briminum og var tað tá ov seint.
Bylgjurnar brutu yvir skipið. Onkur hevur sagt at bylgjurnar vóru um 6-8 metrar høgar. Sjálvt ein av bjargingarbátunum sum vit fóru í koppaði.
Hetta var ein ræðulig nátt vit vóru fullkomiliga hjálparleysir við ongari maskinu. Tað var har uttanfyri Laiune, at vit søgdu farvæl við gamla Christian.
Nýggj skip
-Tað gekk kanska ikki long tíð, áðrenn tit fingu nýggja skipið, sum stóð í gerð í Chile?
Byggingin hevði gingið rættiliga væl, og longu millum jól og nýggjar fór øll familjan til Chile eftir nýggja skipinum. Har vóru vit inntil báturin varð liðugur.
Tíðliga á vári 1998 byrjaðu vit at aftur fiska, við einum sera framkomnum og snøggum skipið við stórari maskinorku.
Eg var onkran túrin sum avloysari á brúnni um hetta mundið. Fiskaríið gekk væl, so beint undan árskiftinum 98-99, keyptu vit Norðborg frá brøðrunum Sámal og Eiler Jacobsen. Tann Norðborg, ið vit nú hava, hana keyptu vit síðst í 1999. Vit byrjaðu at fiska við henni tann 1. mars í 2000, og var eg tá á brúnni.
Fyrsta tíðin við Norðborg var rættiliga krevjandi, tí nú skuldu vit læra okkum at arbeiða við einum verksmiðjuskipið við lodnu framleiðslu og fleking av sild. Manningin var eisini munandi størri, enn tað vit vóru vanir við umleið 28 mans. Síðani 2004 havi eg verið fast við Norðborg sum skipari.
Man kann siga, at arbeiðið hjá okkum hevur gingið so mikið gott, at vit leygardagin í undanfarnu viku, skrivaðu undir ein nýggjan sáttmála, um at byggja eitt nýtt verksmiðjuskip til umleið 250 mill. kr. Talan er um eitt skip við størri maskinorku og størri framleiðsluorku á verksmiðjuni. Alt í alt, meta vit, at vit verða munandi betur tilbúnir til avbjóðingarnar, ið liggja fyri framman, við hesum nýggja skipinum.
Pápi og maður á havinum
– Hvussu er tað at vera sjómaður? Leingist tú ikki illa eftir børnunum og konuni?
Eg havi lært meg at liva við at verða sjómaður. Tað fellur natúrligt fyri meg, kanska tí eg eri sjómaður av natúr og havi ikki ringt við at fara avstað. Ikki tað, at eg als ongar kenslur havi tá eg fari, men eg standi heldur ikki og gráti fyrstu vikuna eftir eg eri farin.
Eg síggi tað at vera sjómaður, sum eitt vanligt arbeiði. Tey sum arbeiða á landi, siga farvæl við børnini á morgni og síggja tey aftur um kvøldið. Sjómenn siga eisini farvæl, munurin er bert, at vit ikki síggja familjuna aftur fyrr enn fjúrtan dagar seinni.
Túrarnir eru vanliga ikki so langir; teir longstu túrarnir eru umleið ein mánað, so steðgi eg kanska í eitt døgn, men eftir tríggjar mánaðir, so er steðgurin heima longur ein til tveir mánaðir. Eg rokni við, at míni børn síggja meg líka nógv, sum børn hjá heimaarbeiðandi síggja sín pápa. Teir koma heim eftir ein strævnan arbeiðsdag; hyggja eftir Dag & Viku, og so í song.
Eitt sum eg meti hevur lætt um hjá sjómonnum í dag, eru teir góðu samskiftismøguleikarnir, ið vit hava. Eg práti hvønn dag við familjuna. Fyri stuttum fingu vit eina nýggja telefonskipan, ið er líka bílig at tosa í, sum tað er at tosa millum tvær vanligar telefonir heima.
Kærleikin
-Hvussu við kærleikanum?
Í samband við forholdið millum meg og Tinu, so haldi eg, at tað enntá setur lit á, tá eg havi verið burtur í eina tíð. Tað er sum at vera forelskaður av nýggjum, hvørja ferð eg komi heim.
Men eg má siga, at tað er sera týdningarmikið, at hava baklandið í ordan. Um so var, at Tina var kedd hvørja ferð tá eg skuldi avstað, so hevði tað verið munandi verri hjá mær at farið burtur. Tey tøkniligu framstigini hava verið somikið stór, at sjálvt um tú ert burtur, so er tú ongantíð langt frá teimum har heima.
Tina hevur lært seg at liva við einum sjómanni. Hon er eisini voksin upp við sjómonnum rundan um seg, og hon visti eisini, tá vit komu saman, at eg helst fór at hava dagligt yrkið á sjónum. Av ov á er tað sjálvandi keðiligt at vera burtur, serliga tá børnini eru sjúk, men vanliga gongur tað væl.
Í samband við nýggja skipið, havi eg verið so leingi heima, at Tina hevur sagt, at nú er kanska tíð uppá, at eg fór aftur til skips. Um alt gongur sum tað skal, so rokni eg við, at Norðborg fer nýggjan túr um umleið eina viku tá fari eg umboð aftur.
Rebekka hevur sovið leingi nokk. Í øllum førum er hon byrjað at gráta. Bogi reisist og gongur yvir ímóti vogninum og tekur dóttrina upp.




