Harleywoodpaint

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tú skalt vera treiskur fyri at koma á mál

Ragnhild Ellingsgaard

Ungi uppfinnarin og íverksetin Heri er í løtuni á veg inn á útlendska marknaðin við hitavekslaranum, sum hann hevur arbeitt við í fleiri ár. Hetta er ein hitavekslari, sum brúkar hitan úr spillvatni til at hita upp nýtt vatn. Verkætlanin, sum hevur tikið drúgva tíð, hevur nú fingið rættiligt flog undir veingirnar og dreymurin hjá unga gøtumanninum sær endiliga út til at gerast veruleiki.

Í 2008 fekk 23 ára gamli Heri Schwartz Jacobsen eitt hugskot. Hann stóð undir brúsuni og hevði kanska gloymt alt um tíð og stað, tá mamma hansara rópar á hann um at skunda sær og ikki brúka so nógva olju. Heri steðgar vatninum, men tankafloymurin í høvdinum steðgar ikki. Hann hugsar, at tá má finnast onkur loysn, sum ger tað møguligt at brúka meira hita fyri minni olju. Heri hevur altíð verið eitt skapandi menniskja og hann fer beinanvegin til arbeiðis. Hugskotið til ein hitavekslara, sum tekur hitan úr spillvatni, er vorðið veruleiki…

LES MEIRA Í BLAÐNUM FRÍGGJADAGIN