Tá freistin fyri at stilla upp sum formaður í KÍ var farin, var einki mótvalevnið móti sitandi KÍ formanni Tummas Lervig komið.
Tummas Lervig sigur í stuttari viðmerking, at hann heldur fram sum formaður í KÍ nú tað sær út til, at einki mótvalevnið er komið. Aðalfundurin er komandi mánakvøld 26. januar og freistin fyri at stilla upp sum formaður er 8 dagar áðrenn aðalfundin.
Á aðalfundinum hjá KÍ, sum verður komandi mánakvøld kl. 19.30 í hølunum hjá Norðoya Kvinnufelag í Bøgøtu 3, standa allir nevndarlimirnir fyri vali.




