Tummas var 87 ára gamalur, nú ið hann doyði 1. s. í føstu um kirkjutíð.
Tummas var 87 ára gamalur, nú ið hann doyði 1. s. í føstu um kirkjutíð.
Thomas Annæus Martin Jacobsen var føddur 05.07.1925 í Sandvík sum elsta barn í seinni giftu hjá Jákup á Hólum(Jacobsen), keypmanni í Sandvík, og eisini seinnu giftu hjá Marini Sofíu Michelsen úr Geilargarði í Skúgvi. Fyrru hjúnafelagarnir vóru deyðir hjá báðum. Tey vóru tilsamans 13 systkin, harav 3 samsystkin, Tummas, Kathrina og Richardt, sum var 2. stýrimaður við “Hans Hedtoft” og sjólætst á Kappanum í januar 1959. Eftir á lívi av teimum 13 er nú bara Kathrina, sum var gift við Kjartani hjá Johan Stóra(Johannessen) og býr í Sandvík. Pápin, Jákup á Hólum, var deknur og álitismaður hjá myndugleikunum aftan á skaðagrindina í Sandvík. Hann átti tveir motorbátar, “Nabba” og seinni “Fraju”.
Tvíburabeiggjarnir frá fyrru giftu, Sigmundur og Niels, sjólótust, teir slóu báðir út á Suðurlandinum nøkur ár ímilllum, Sigmundur av “Morning Star” á vári 1931 og Niels av “Godthåb” saman við einum ungum manni úr Froðba á vári 1938. Sigmundur passaði motor, og Niels var skiparalærdur og bestimaður. Við “Morning Star” vóru teir 4 brøður(Sigmundur, Niels, Jákup og Jørgin), tá ið Sigmundur sló út. Hann var góður svimjari, og sóu teir hann svimja og fáa tak í eitt fiskakar, sum dróg hann til botns. Tá ið Niels sló út av “Godthåb”, var hálvbeiggin í Skúgvi Jógvan á Fløtti við, og systirin Kathrina minnist, tá ið teir komu inn á Sandvík hvítusunnumorgun og settu Jógvan av saman við skipsklæðunum hjá Nielsi. Teir høvdu flaggið í fullari stong, sum ikki dámdi pápanum.
Hin fyrri maðurin hjá mammuni, Anthonius á Fløtti(Joensen) í Skúgvi, sjólætst undir oynni á vári 1918. Eftir sat Marin Sofía við tveimum synum, til ið hon giftist uppaftur við Jákupi á Hólum og flutti til Sandvíkar at búgva. Nakað seinni rak mannskroppur uttan armar, bein og høvd á land í briminum í Sandvík. Rasmus á Stykkinum kom fram á hann í fjøruni, setti stavin frá sær at hava sum frámerki og boðaði øðrum frá, sum saman við honum fingu bjarga kroppinum, ið var av stórum manni. Tað segðist vera líkið av Anthoniusi. Sandvíkingar søgdu sýslumanninum frá og jarðaði kroppin í kirkjugarðinum. Seinni vildi sýslumaðurin hava kroppin grivnan upp aftur, men tá søgdu sandvíkingar nei. Tað mátti hann sjálvur koma norður og gera. Men hann kom ikki.
Tummas var likamliga væl fyri og tiltikin til styrki. Hann var nakað á sjónum, men arbeiddi mest í kolinum í Hvalba, áðrenn ið hann fór niður til Danmarkar at læra. Áhugavert var at hoyra Tummas siga frá arbeiðinum í kolinum, har ið hann eisini arbeiddi, tá ið hann var heima í lestrarfrítíðini. Minnið hevði hann gott.
Tummas fór niður á Rønde Kursus, har ið hann í 1952 sum so nógvir aðrir av prestunum í Føroyum tók gamalt-málsligt studentsprógv, síðan tók hann guðfrøðiligt embætisprógv á lærda háskúlanum í Keypmannahavn 1960, var hjálparprestur frá august 1962 hjá navnframa bygdarmannin Johan Chr. Nielsen, fyrrv. fólkatingsmanni, í Norðoya vestara prestagjaldi og sóknarprestur har frá 1965 til 1973, tá ið hann flutti til Danmarkar at vera sóknarprestur í Vedsted(1973-76), á Endelave(1976-1981) aftan á Busch og í Sommersted(1981-1995).
Eg minnist, tá ið Johan Nielsen kom inn á Kannibalin í føroyska krókin, har ið vit sótu nakrir, og spurdu eftir Tummasi, sum hann vildi hava heim at vera hjálparprestur hjá sær, meðan ið hann sat í fólkatinginum, eftir at Petur Martin Rasmussen, sum hevði verið hjálparprestur hansara, var farin til Havnar at undirvísa á studentaskúlanum. Tá var Tummas farin at undirvísa á Tommerup háskúla. Tað var har, hann hitti Karini. Og tá ið eg í 1968 varð settur í fyrsta starv mítt sum sóknarprestur á Viðareiði eftir Viderø prest, var Tummas sóknarprestur í Klakksvík og veitti mær holla byrjunarhjálp, sum eg allar dagar havi verið honum takksamur fyri. Hann var alla tíðina góður í ávikum, og blíðskapur treyt ikki hjá honum og Karini á Ziskatrøð.
Tummas var hjúnavígdur í Finderup kirkju 28.12.1962 Karen Mariane Lervad Knudsen, og eiga tey 3 synir, Jákup, Anders og Richardt, sum allir búgva í Danmørk, Jákup og Richardt í Suðurjútlandi, og Anders í Keypmannahavn.
Sum fráfarin prestur keyptu Tummas og Karin sær hús í Øster Lindet í Suðurjútlandi, har ið vit eru nógvir føroyingar, sum hava vitjað tey og notið stóra blíðskap teirra eins og í prestagørðunum í Vested á Fjóni, oynni Endelave og søguríka Sommersted í Suðurjútlandi. Tummas var søgufróður maður og málkønur, hann dugdi væl at taka til og sera væl at orða seg á góðum føroyskum Sandvíks- og Skúvoyarmáli.
Í prestagarðinum á Ziskatrøð í Klakksvík hevði Tummas tey seinastu árini móður sína, Marina Sofíu, búgvandi hjá sær, og tiltikin er talan, sum Tummas helt yvir móður síni, tá ið hon var deyð, so góð ið hon var.
Sum tey á Hólum og hálvbeiggjarnir í Skúgvi, Antinis og Jógvan á Fløtti, var Tummas mentaður maður, visti nógv og dugdi væl at siga frá, spakuliga kom tað frá honum og ikki uttan bit, tá ið tað skuldi vera. Trúfastur var Tummas, og rættvísur vildi hann vera, og eyðkenni fyri Tummas var, at hann vildi ongan særa og var ikki bangin fyri at biðja orsaka seg. Hann visti frá Honum, hann trúði á, at fyrigevingin ber vón og lív í sær, og gav hann upp síðsta andadrátt sín, nú ið tað er farið at vára, og summarið nærkast, sum ímynd av tí ævinleika, ið bíðar okkum handan deyða og grøv.
Sum 18 ára gamalur gjørdist Tummas limur í donsku sjómansmisjónini, og hagar ynskti hann, at fólk sendu eina gávu, um tey vildu minnast hann jarðarferðardagin. Danska sjómansmisjónin hevur konto nr: 9541-8003300.
np




