Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tummas Lervig stjórnar KÍ komandi árið

Jákup Ósá

Freistin at senda inn uppskot um formann til KÍ er farin. Tað verður einki stríðsval og tískil heldur Tummas Lervig fram sum formaður í KÍ.

Freistin at senda inn uppskot um formann til KÍ er farin. Tað verður einki stríðsval og tískil heldur Tummas Lervig fram sum formaður í KÍ.

Komandi mánakvøld verður aðalfundur hjá KÍ. 8 dagar áðrenn hvønn aðalfund er seinasta freist at lata uppskot inn til formann. Hon er nú farin. Tummas Lervig er burturstaddur, men Norðlýsið hevur frætt frá vælvitandi keldum, at einki annað uppskot kom inn og tí heldur Tummas lervig fram sum formaður tað komandi árið.

Áðrenn aðalfundin verður eyka aðalfundur, har broytingar í viðøkunum vera á skránni. Sum skilst skal tað blíva lættari at manna nevndina, soleiðis at sjálvur aðalfundurin kemur at mannað flestu postarnar undantikið formannin. Hetta er ikki møguligt sum nú er. M.a. skal ein Effonevnd mannast, har Tummas Lervig sum formaður eisini gerst formaður í tí nevndini.