Varamaðurin hjá Signhild V. Johannesen og næstformaðurin í Norðoya Javnaðarfelag er ikki í iva um, at Jógvan Skorheim má virða sítt starv og álit, ið borgararnir í Klaksvíkar Býráð hava givið honum.
Í kvøld verður býráðsfundur, har eitt av málunum á skránni er, um borgarstjórin í Klaksvík skal sleppa at røkja bæði størvini sum borgarstjóri og løgtingsmaður. Signhild V. Johannesen er umboð fyri Javnaðarflokkin, sum situr í samgonguni og sum kann steðga ætlanunum. Tí tað skal bara ein atkvøða úr samgonguni til fyri at uppskotið skal fella. Hon vildi ikki gera viðmerkingar fyrr í dag um, hvør hennara støða er.
Tummas sigur nei
Tummas Lervig er varamaður hjá Signhild í býráðnum og eisini næstformaður í Norðoya Javnaðarfelag. Hann hevur greiða støðu.
– Nei eg eri ikki í iva um, at borgarstjórin einans skal røkja starvið sum borgarstjóri. Hann er valdur av fólkinum í Klaksvík og hevur fingið álit millum aðrar flokkar til at sita sum borgarstjóri. Og tað starvið skal hann virða, sigur Tummas Lervig, ið heldur ikki vildi góðtikið at borgarstjórin sat árið út í báðum størvunum.
Hann leggur afturat, at avgerðin hjá Javnaðarflokkinum eina og aleina liggur hjá Signhild V. Johannesen um, hvat hon fer at atkvøða fyri. Tí er trupult at meta um, um meiningarnar hjá Tummas í hesum førinum kunnu tulkast sum, at Javnaðarflokkurin fer at atkvøða nei á fundinum í kvøld.




