Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tummas: Vit gleða okkum nógv til hetta samstarvið

Jákup Ósá

Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur, at avtalan við KÍ venjaran, Mikkjal K. Thomassen, kom endaliga uppá pláss í gjárkvøldið.

Tá KÍ í dag undirskrivaði sáttmála við komandi KÍ venjaran, so segði KÍ formaðurin Tummas Lervig nøkur orð áðrenn sjálva undirskrivingina.

– Í dag hava vit gjørt avtalu fyri venjaran í 2015. Hann er kendur í fótbóltshøpi og vit gleða okkum ótrúliga nógv til hetta samstarvið. Eftir dystin í gjár fóru vit í endaligu samráðingarnar at fáa tað seinasta uppá pláss. Í gjárkvøldið blivu vit so samdir um at gera eina avtalu eftir ein telefon fund, og sáttmálan staðfesta vit í dag, segði Tummas Lervig.