Nú styttist tíðin til ættarstevnuna fyri familjuna "í Túni" á Toftum, sum verður tann 25. juli 2003 kl. 17.00 í Ítróttarhøllini á Skála.
Av trímenningum (3. lið) eru fleiri ikki millum okkum meira, men so eru fermenningarnir (4. lið) fjøllmentir. Vit fyriskiparar eru komnir ásamt um eisini at bjóða teimum vaksnu við maka í 5. liði, umframt 3. lið og 4. lið sum áður sagt frá í Norðlýsinum.
Familjan er stór og hevur eisini greina seg bæði til Íslands og Noregs. Úr Noregi koma 20 fólk til stevnuna. Enn hava vit ikki frætt frá teimum í Íslandi.
Skriftligt tilfar yvir familjuna í Túni gjørt av Thorleif Hansen og Josefinu Jacobsen verður útflíggjað á stevnuni.
Kostnaður
Luttakaragjaldið 200 kr. pr. persón verður at flyta á konto nr. 166.349.8 í Føroya Banka (Túniættin v/Flóvin Jacobsen, Velbastað). Hetta eigur at verða gjørt seinast 4. juli 2003. Vinarliga viðmerk ættargreinina tygum eru frá, tá peningurin verður fluttur.
Dømi: Fróvin Jacobsen (jo) ættaður frá Johannu Lind ella
Emil Hansen (jh) ættaður frá Johan Hansen, (sí eisini niðanfyri)
Forfedrar
Thomina (gift til Havnar) Jóanis Rubeksen, tlf. 312341 (th.
Anna Maria (gift til Húsar, Elinborg Solmunde, tlf. 441438 (am).
Justines (búði á Toftum), Josefina Jacobsen, tlf. 447438 (ju).
Johanna (gift til Svínoyar, Flóvin Jacobsen, tlf. 328001 (jo).
Hanus (búði í Æðuvík), Jovina Højgaard, tlf. 312755 (ha)
Johan (búði á Nesi), Emil Hansen, tlf. 447178 (jh).
Fyri at lætta um fyrireikingarnar, verða luttakandi biðin skjótast at boða frá luttøku hjá einum av omanfyri nevndu umboðum.




