Borgarstjórarnir á Viðareiði og Hvannasunds kommunum eru í tinginum í dag og fylgja tætt við málinum um Tunlar norð um fjall
Tey standa og bíða í løgtinginum í dag. Tað er ein løta til málið um Tunlar norð um fjall kemur fyri, men sum tey siga. “Vit hava bíða í 30 ár og kunnu bíða eitt sindur enn”
Nýggju tinglimir úr andstøðuni løgdu 7. februar fram uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð (tunlar norður um fjall). Sambært teimum er endamálið við lógaruppskotinum skjótt at dagføra sambandið “norður um fjall” fyri, at bøta um trygdina, at gera tað høgligt hjá ferðandi í Norðoyggjum, at menna økið “norðan fyri fjall” vinnuliga.
Borgarstjórin í Viðareiðis kommunu Hans Jákup Kallsberg upplýsir fyri Norðlýsinum at kommunurnar hava gjørt uppskotið og lagt tað fyri politisku skipanina (kommunustýrislimirnir í Viðareiðis-, Hvannasunds- og Klaksvíkar kommunu, saman við umboðum fyri øllum politiskum á tingi) í august 2016. Síðani tann dagin hevur Landsstýrið haft uppskotið í eitt heilt ár og tá einki hendi, valdu vit at taka tað frá landsstrýinum og senda tað til allar tinglimir í oktober 2017. Vónin var at fáa stuðul uppá tvørs av flokkum og samgongu og andstøðu og bera málið ígjøgnum, sigur Hans Jákup.
Tá vit ásannaðu at gjøldini til bæði Vágatunnilin og Norðoyatunnilin ikki blivu avtikin, hóast teir vóru útgoldnir, var hetta ein gyltur møguleiki at framskunda Tunlarnar norð um fjall, við framhaldandi í gjaldi í Norðoyatunnilinum til landið kemur inn við sínari fígging sambært langtíðarætlanini, sigur Irdi Jacobsen.
Borgarstjórarnir siga báðir, at tá landið vil spara uml. 80 mió í verkætlanini við at framskunda, so vænta teir ikki at nakar kann verða í móti hesum.
– Vit gleðast um at málið er lagt fyri tingið nú og vóna at hetta sera týdningarmikla mál fyri okkum verður samtykt, siga tey bæði Hans Jákup og Irdi um ein munn.



