Í seinastu viku varð so fyrsta viðgerð av uppskoti Tjóðveldisflokksins um
betri ferðasamband í Svínoynna.
Frímund Hansen
Í seinastu viku varð so fyrsta viðgerð av uppskoti Tjóðveldisflokksins um
betri ferðasamband í Svínoynna.
Orðaskifti varð drúgvt, og allur framsøgumenn flokkana høvdu orðið, eins og fleiri viðmerkingar vóru. Seinni hava so fleiri tikið til orðana í bløðunum. Bæði landsstýrismaður, aðrir politikarar og eisini brúkarar av farleiðini.
Sigast má at loksins hómast ein vilji til at gerða nakað við støðuna,
samstundis sum at ásannast má, at vit eru veruliga við seinasta útkall nú. Í tólvta tíma sum tikið verður til.
Kenna lítið til støðuna
Eg havi eftirfylgjandi lurtað eftir orðaskiftinum á alnetinum. Tøkk skulu
tit hava fyri tygara jaliga vilja frá tingsins røðarapalli. Men tá teir
umrøddu støðuna sum hon nú er, kom týðuliga til kennar, at teir vita
ómetaliga lítið um viðurskiftini í Svínoy. Eftir útsøgnunum vóru teir
tættast uppá einki frægari enn teir úr Suðuroy. Eitt tað týðuligasta dømið
varð tá tingmaður helt at kranin á Másanum burdi staðið á landi, heldur enn umborð. Um tað skuldi verið tilfeldið, mátti kranin staðið í 30 metra hædd, ella helvtina av tíðini undir í sjógvi. Tey ið kenna til Svínoynna vita, at hetta ikki ber til. Men bara tað at hugsa tankan um at gera havn yviri við Eið, er uppaftur verri. Í ramasta álvara at seta fjarskotnar verkfrøðingar í
útlandinum at kanna hesi viðurskifti, er at halda lokalu vitanina fyri tað
turra spott.
Prógva seg
Tað vísti seg sum um at Svínoyggin allatíðina skuldi prógva seg sum eitt nú ein ferðamannaoyggj, landbúnaðaroyggj, ella okkurt heilt annað.
Men hvør onnur oyggj ella bygd hevur áður skula prógvað seg sum nakað sum helst áðrenn tær hava fingið eitt betri ferðasamband.
Eitt lítið dømi er Sumba. Har fór ein bilur ella bussur útav vegnum fyri
nøkrum árum síðani. Onkur sumbingur harkaði eitt lítið sindur um at nú mátti ein tunnil gerast. Og áðrenn ein visti av bleiv tunnil gjørdur. Hesin varð heldur ikki bíligur. Sigst at hann kostaði út ímóti 300 mió. tá. Í nútíðar
pengum er hetta 500 mió. kr. Ikki fyri tað, eg unni sumbingum væl hendan
tunnil.
Svínoyggin hevur áður so dyggiliga prógvað seg, bæði vinnuliga og við ríkum ands- og mentunarlívið.
Samanberingar
Upp í fleiri ferðir varð sagt av tingsins røðara- palli. "Svínoy, Mykines og
aðrar útoyggjar…". Við allari respekt fyri Mykinesi, so er hetta ein vána
samanbering. Mykines er við sínum 7 km3 ein størri útgáva av Tindhólmi,
meðan Svínoy við sínum 27 km3, væl kundi rúmað øllum sethúsunum í Tórshavn uttanfyri bøgarðarnar, niðanfyri 60 metra hædd. Tosa vit um flogvøll, so hevur Svínoyggin eina beina linju uppá 3,6 km í 30 metra hædd. Nokk til at tikið ímóti einum Concorde um tað skuldi verið. So hesar samanberingar eru burturvið og eiga tí ikki at finna stað.
Bilferja
Kravið til samferðsluna uppá Svínoynna er, at Svínoyingar fáa eina bilferju
at røkja rutuna. At man kann búgva í Svínoy og kunna røkja arbeiði og møta til arbeiðis inni á meginlandinum, í Klaksvík/Eysturoy, til vanliga
arbeiðstíð kl. 8.00 hvønn morgun. At man kann sleppa út aftur eftir at
vanlig dag- og kvøld tilboð eru liðug. At vánligu tænasturnar sum ruskinnsamling, olju-áfylling v.m. verður gjørd á sama hátt sum inni á
meginlandinum.
At tosað um skjóttgangandi far til hesa farleið, við tilhoyrandi farmaskipið
ið kemur við viðførinum eina viku eftir at ein er útkomin, er ikki ein loysn
ið kann brúkast í Svínoy. Svínoy má og skal hava somu tænastu sum Nólsoy og Kallsoy hava í dag. Annað kann ikki koma uppá tal.
Tríggir møguleikar?
Landstýrismaðurin nevnir í blaðgrein 3 møguleikar. 1. Nýtt havnalag norður
við Eið. 2. Tunnil við ferjulegu yvir í Havn. 3. Undirsjóvartunnil.
Ad. 1. Álvaratos Bjarni. Hetta er ikki ein møguleiki. Eg veit ikki um tú
sást myndirnar av Trøllanesi í sendingini um Barskorð sum Sakaris gjørdi, og sum Hjálmar Høgnesen, fyrrverandi skiparin á Barskorð hevði tikið upp.
Kannst tú gera ferjulegu við Eiði, kannst tú eisini gera eina á Trøllanesi,
vesturi í Mikinesi, úti á Kirkju ella í Hattarvík. Tí soleiðis sum tær
myndirnar vístu, soleiðis hóreiggjar brimið sær við Eiði alla vetrarhálvuna
og stóran part av sumrinum við.
Ad. 2. Møguleikin er bara tann eini um hetta skal gerast skjótt, og sum tað so alneyðugt er. Tað er at gera tunnil yvir í Havn. Og eina ferjulegu líknandi tí sum varð brúkt við Oyrargjógv í fleiri áratíggir við góðum úrsliti. Streym-, botn- og veðurlíkindini eiga at verða sera eins á hesum báðum støðum. Tunnil og slíka ferjulegu gert tú fyri niðanfyri 50 mió. kr.
Eftir at Kalsoyggin hevur fingið nýggja ferju, kann Sam røkja Svínoyarleiðina tey næstu 10 árini. Tað trúgvi eg ikki at svínoyingar hava
nakað ímóti.
Ad. 3. Eitt kanst tú síðani kanna. Tað er um ikki tunnilin yvir í Havn kann
verð partur av einum komandi undirsjóvartunnli. Ert tú fyrst komin yvir í
Havn, tá eru bara góðir 2 km eftir yvir á Skarðhamarshellu á Viðoynni. Um
hetta letur seg gera, kann tunnilin yvir í Havn verða fyrsta byggistig av
einum føstum sambandið millum Viðoynna og Svínoynna. Tá hevði nógv verið nógv vunnið. Ferst tú undir projekti yviri við Eið, eri eg vísur í, at
Svínoyggin er manntóm áðrenn tú ert liðugur. Tað trúgva svínoyingar snøkt sagt ikki uppá. Og tú hevur brúkt eina rúgvu av peningi til onga verðsins
nýttu. Tú gerst tær sjálvum klókt í at lurta eftir teimum innføddu, um eg so
má siga, í hesum føri.
Loysir uppgávuna líka so væl sum nakar annar
Bjarni Djurholm er líka so væl skikkaður sum nakar annar at loysa hesa
uppgávuna. Tað er einki hent á hesi farleiðini síðan Másin kom í 1959. Tygum hava hóast alt sett nakrar kanningar í verk har úti. Men nú hevur tú eisini sitið í langa tíð sum landsstýrismaður, so nú eigur eisini nakað ítøkiligt at henda.
Góða eydnu við projektinum og einar gleðiligar páskir.




