Kravið er eittans. Vit skulu hava tær fortreytir, sum tit onnur langt síðani hava fingið. Hvørki meira ella minni, skrivar Páll á Reynatúgvu, løgtingslimur
Løgtingið samtykti við stórum meiriluta í fjør heyst, verklagslógina um Sandoyartunnilin. Teir knappliga 1500 íbúgvarnir í oynni vóru ovurfegnir, og ein stórur partur av samhaldsføstum og víðskygdum føroyingum gleddust saman við okkum, eins og vit gleddust saman við Eysturoyingum, Vágafólki, og Norðingum á sinni. Stóri dreymurin um fasta sambandið, við javnbjóðis møguleikum hjá okkum og framtíðarvónum hjá børnum okkara, gjørdist veruleiki.
Vit høvdu tó ikki meira enn fingið vónina á flog, tá fyrstu myrkursins gongumenn, løddu sær byrsurnar. Hettar økið, sum undir kreppuni átti størstu útrásina, frá 1850 fólkum til 1500, og sum í royndini at kappast við sterka miðstaðarkapitalin, hevði skuldarbundið bæði eitt og tvey ættarlið, noktaði at súpa sær uppgávulyndi og jammur til millummála. Vit liva og fóta okkum spakuliga, men enn eru fortreytirnar ógvuliga truplar, samanborið við samanrunnað meginøkið.
• Ein aldurssamanseting, demografiskt býti, sum sigur at vit eiga tvífalt so nógvar borgarar í eftirlønaraldri, sum miðal í føroyum, er ein av fortreytunum.
• Ein onnur, er ein methøgur kommunuskattur, sum er beinleiðis tengdur at 10-30 ára gamlari kommunuskuld.
• Ein triðja, er ein fiski og fiskavirkisvinna, sum hevur havt meira enn trupult við at fóta sær, í einari væl yvirkapitaliseraðari samanrenning millum virkir, skip og bankar, aðrastaðni í landinum.
• Ein fjórða, sum sigur at almennu Føroyar, lítið og einki hevur gjørt fyri at menna trygg almenn arbeiðspláss, og góð frítíðartilboð í økinum.
• Ein fimta, sum sigur at hóast Sandoyggin, Skúvoyggin og Dímun, uttan iva eru størsta ferðavinnutilfeingið í landinum, so hava almennu Føroyar bert lagt smápengar eftir seg, her í økinum.
Ikki tí, Várharra setti ikki Sandoynna eftir, tá hann býtti vakurleikan út, oyggjarnar millum. Fáum er unt at vaksa upp á so vøkrum, tryggum og gevandi bletti her í verð, sum hjá okkum sum hava arva leikin um framtíðina í Sandoynni.
Óteljandi eru tit, sum vitja okkum, oyggj okkara, og summarhúsini, og tit eru hjartaliga vælkomin. Sum lovprísa oynni fyri hennara vakurleika, og okkum í her búgva, fyri gestablídni, fyrikomandi sinni og góðar veitslur.
Vit eru dugnalig(ast) í landbrúki. Besta kjøtið og bestu eplini. Vit eru dugnalig til bakka. Vit eiga góðar útróðrarmenn. Vit duga væl at reka grind, og at geva burturav. Vit eiga góðar haruhagar, eisini til norðanbyrsur.
Vit eiga dugnalig ítróttarfólk. Vit hava givið tykkum av mætastu skøldum. Av listamálarum. Vit hava givið tykkum føroya størsta tónaskald. Vit hava givið tykkum Jákup Veyhe. Vit eiga ómetaliga nógv av tí sum krevst fyri at yvirliva sum oyggj. Vit eiga vón, virkisfýsni og vilja, eina løtu afturat.
Men vit eiga ikki tað týdningarmestu fortreytina fyri framburði í dag. Fasta sambandið til miðstaðarøkið, har tryggu, avbjóðandi og løngevandi størvini eru. Har tað almenna hevur stórt sæð alt sítt virksemi, og har alt tað avleidda virksemi hjá peningakervi og stóru tænastufyritøkunum er.
Vit eru langt síðani givin at tosa um at flyta almenna arbeiðsfjallið til Mohammed. Nú snýr tað seg um at flyta Mohammed til fjallið, á ein hátt sum ger tað liviligt hjá barnafamiljuni, hjá teimum ungu sum skulu lesa, og hjá pensionistunum sum skulu bowla.
Kravið er eittans. Vit skulu hava tær fortreytir, sum tit onnur langt síðani hava fingið. Hvørki meira ella minni. Og tað verður ikki við biddaraposanum, men við fattari pannu. Tað er nú vit hava tørv á tykkara samhaldsfesti.
Annars so loysa vit!
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður




