Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnils vikuskifti er opið til kl. 18.00

(Hannefía Joensen)

Vit hava valt at hava opið ein tíma longur enn vanligt, og vóna vit at síggja fleiri sum vitja svimjihøllina seinnri á degnum.

Vanligt er at flest fólk vitja høllina ímillum kl. 11 og kl. 14. Vit byrja at síggja eitt mynstur hvussu fólk velja at brúka ein dag í Klaksvík tá okkurt er. Ofta síggja vit at tá handlanir hava opið, so eru tað pápar sum koma við børnunum at hygga sær, ímeðan mamman far frið at keypa. Og umvent tá tað er fótbóltur. so koma mammurnar við børnunum. Gott er at síggja familiur sum koma at vitja okkara baðiland, og eisini at merkja hvussu nøgd og glað tey eru fyri vitjanina.

Vit vilja gerða alt fyri at gestirnir, sum koma á vitjan, skula kenna seg væl. Vit bjóða ókeypis køkur og kaffi, eisini er møguleiki at slappa av í sauna, heilsukliva, ella bara liggja í baðilandinum og tosa við fólk ímeðan okkurt verður víst uppá veggin, ein teknifilmur ella onkur góður fótbóltsdystur.

Verði vælkomin í Klaksvíkar svimjihøll, staði har øll møtast.

Harleywoodpaint