Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnilsdagar

Oliver Joensen

Líka síðani Norðoyatunnilin lat upp, hevur handilslívið í Norðoyggjum og eisini í Eysturoynni gjørt burturúr døgunum, tá ókeypis hevur verið at koyrt ígjøgnum tunnilin.

Líka síðani Norðoyatunnilin lat upp, hevur handilslívið í Norðoyggjum og eisini í Eysturoynni gjørt burturúr døgunum, tá ókeypis hevur verið at koyrt ígjøgnum tunnilin.

Hóast tunnilsgjaldið er lækkað nógv síðani byrjan, er lítið at ivast í, at gjaldi er ein forðing í dagligdegnum fyri flowinum ímillum Eysturoynna og Norðoyggjar.

Gaman í verður ført fram, at tey sum hava langtíðarkubbar ella sum gjalda fast mánaðargjald til Norðoyatunnilin, ikki hugsa um kostnaðin tá tey koyra.

Men hetta er ivaleyst ein pástandur, ið neyvan heilt er í tráð við veruleikan, tí vit hugsa øll um okkara egnu pengar og tí er onki at ivast í, at eitt nú klaksvíkingar, ikki koyra biltúrar yvir til Leirvíkar eins títt og vit koyra túrar har koyrandi er í Norðoyggjum.

Sama ger seg uttan ivað galdandið fyri Eysturoyingar. Tunnilsgjaldið er um ikki beinleiðis kappingaravlaðandi, so í hvussu so er ein forðing hjá handilslívinum báðumegin tunnilin til javnbjóðis atgongd til alt økið.

Handilslívi báðu megin tunnilin hevur tí við tolið sæð fram til tann dag, tá tunnilsgjaldið er burtur.

Ógvuliga hugstoytt er tí, tá tað afturvendandi kemur fram ímillum politikarar, tankin um, framhaldandi at taka gjald fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin við tí fyri eygað at fíggja framhaldandi tunnilsgerð í Føroyum.

Landið stendur fyri at gera eina ovurstóra íløgu í ein tunnil ímillum Eysturoynna og Streymoynna og í nærum sama projekti ein tunnil ímillum Streymoynna og Sandoy.

Fer eftir fer hava vit her á hesum eigi víst á skeivleikan í, at gjaldsstøðir einans vóru settar í Norðoyatunnilin og Vágatunnilin. Hetta hevur skapt ein eykaskatt til fólkini ið búleikaðust við tunnilin, tí tað hevur ikki verið vanligt at gjalda bumpening fyri vegagerð í Føroyum. Til sammetingar kann nevnast, at um tú býrt i Gjógv og arbeiðir í havn, so kanst tú koyra uttan nakað bummgjald eftir landsvegnum til Havnar, um brúnna við Streymin og ígjøgnum Kollfjarðatunnilin. Býrt tú í Skálabotni, so kanst tú koyra ígjøgnum tvinnar tunlar og um eina brúgv uttan bummgjald. Hinvegin, skal ein norðoyingur við flúgvararnum og heimaftur, so skal hann gjalda tvinni bummgjøld.

Úr norðoyggjum og úr Vágunum verður kravt, at bummgjøldini falla burtur, tá vit hava hildið okkara part av avtaluni. Vit krevja, at politikararnir eisini halda sín part og taka gjaldið av tá lánini eru afturgoldin.

Lítið er at ivast í, at norðoyingar fara at brúka Eysturoyartunnilin tá hann er komin. Tá fyrireikingar til Norðoyatunnilin vórðu gjørdar, vóru føroyingar við Hvalfjarðartunnilin í Íslandi og kannaðu umstøðurnar har. Tá varð sagt, at har kundi tú velja, um tú koyrdi ígjøgnum tunnil ímóti gjaldi, ella at tú koyrdi runt Hvalfjørðin har onki gjald bleiv tikið. Sagt varð at í byrjanini brúkti onkur bíligaru loysnina, men við tíðini brúktu nærum øll tunnilin hóast tú kundi sleppa ókeypis hinvegin, so vit trúgva at sama fer at gera seg galdandi her – vit fara at vera við til at gjalda Eysturoyartunnilin.