Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnilsdagin 7. desember sýnir Zarepta fram nýggju bygningarnar

Nordlysid

Nú er byggingin av nýggju bygningunum í Zarepta í Vatnsoyrum komin so langt, at bjóðað verður inn at síggja og uppliva nýggju umstøðurnar leygardagin 7. desember frá kl. 13 til 16 í sambandi við, at tað er ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.

Nú er byggingin av nýggju bygningunum í Zarepta í Vatnsoyrum komin so langt, at bjóðað verður inn at síggja og uppliva nýggju umstøðurnar leygardagin 7. desember frá kl. 13 til 16 í sambandi við, at tað er ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.

 

 

Leygardagurin 7. desember er tunnilsdagur, og hetta høvið vilja tey, ið standa á odda fyri útbyggingini av Zarepta, nýta til at vísa bygningarnar fram frá kl. 13.00 til 16.00.

 

Bygningarnir eru nú innilokaðir, og er ætlanin at fara undir at gera partar lidnar til legurnar komandi summar.

 

Byggiarbeiðið, sum higartil er gjørt, er ómetaliga stórt og umfatandi, og vit eru HARRANUM takksom, at Hann hevur latið tað eydnast so væl í øllum lutum, ljóðar heilsanin frá Zarepta.

 

Tað er okkum ein stór gleði at bjóða tykkum vestur í Zarepta, og vóna vit, at eingin setist aftur, men at tit koma fjølment vestur at síggja hesar stóru og snotuligu bygningar, sum koma at hýsa nýggju gentukømurunum, spæli- og ítróttarhøll, svimjihøll, skiftingar- og brúsurúm og fleiri onnur hølir, verður sagt í innbjóðingini.

 

Zarepta hevur opið hús millum kl. 13.00 og 16.00, har ein drekkamuður eisini verður bjóðaður, samstundis sum fólk eru tøk at greiða frá arbeiðnum, sum er gjørt, og sum víðari skal fara fram komandi mánaðirnar.

 

Hjartaliga vælkomin í Zarepta leygardagin 7. desember millum kl. 13.00 og 16.00.

Harleywoodpaint