Tunnilsdagin, 5. mars, verður opið hús á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. Eitt afturvendandi og forvitnisligt tiltak.
Tunnilsdagin, 5. mars frá klokkan 10.00 til 14.00, verður opið hús á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. Eitt afturvendandi og forvitnisligt tiltak.
Á heimasíðuni hjá skúlanum stendur m.a.:
“Øll, sum vilja forvitnast um umstøður og útbúgvingar á skúlanum, eru vælkomin. Høvi er at vitja Gymnasialu Tøknibreytina og Yrkisnám innan Metal-, Timbur- og El. Næmingarnir á Matvøruútbúgvingini greiða frá møguleikunum innan sítt økið”.
Eisini ber til at síggja úrtøkur næminganna, skrivar TSK:
“Á verkstøðum og royndarstovum kunnu vitjandi, alt eftir áhuga, síggja ymiskt spennandi, sum næmingar takast við og fáa nærri frágreiðing um útbúgvingarnar”.
Opið er sum sagt frá kl. 10.00 til kl. 14.00.




