Leygardagin 1. mai lata vit dyrnar upp kl. 10, og vit hava opið heilt til kl. 20
Hjá mongum kennist tað, sum var tað í gjár, at Norðoyatunnilin lat upp, og fyrsti tunnilsdagur varð hildin í Klaksvík men nei, heili 15 ár eru liðin …
Eisini eru 15 ár liðin, síðani vit á fyrsta sinni lótu dyrnar upp í snotiliga handli okkara í Klingrugarði
“Det skal fejres!!”
Hendan merkisdag hátíðarhalda vit við uttandura tónleiki, og aftaná borðreiða vit við onkrum gómagóðum, bæði til børn og vaksin, inni í handlinum
Handilin er átremur við nógvum nýggjum og vøkrum vørum
Uttandura tónleikur í ljóðvogninum:
Kl. 14.00 – 14.30
Feliks
– ein spildurnýggjur føroyskur bólkur
Kl. 15 – 15.30
Signar í Homrum
– vit kenna øll Signar, við klassikarum sum “Tað er gott at elska” og “Kærleikans mátt”
Ljóðvognurin stendur á parkeringsøkinum hjá Spinnaríinum
Tónleikurin er samskipaður av El-in, KBI og Amarant


