Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnilsdagurin: Jólahugni hjá Trøllapætur

Tíðindaskriv

Trølla Pætur og Trølla Omman hava opið hús seinnapartin leygardagin frá klokkan 14.00 til 17.30 í hugnaligu trøllasmáttuni á Biskupsstøð í Klaksvík, har kendu nissubørnini Rakul Ró og Beinir fara at syngja og spæla og bjóða børnunum trøllapiparnøtur og teimum vaksnu ommukaffi.

Okkara heimligu trøll hava allar orsøkir at vera í jólahýri. Í vikuni kom út ein nýggjur barna- og familjufilmur, Dýr er barnaverð, sum Føroya fólk hevur tikið væl ímóti.

Filmurin er um ein lítlan drong, sum ein vakran summardag kemur í óføri og sum Trølla Omman roynir at koma til hjálpar.

Tunnilsdagin 7. desember verður so jólahugni hjá Trølla Pæturi, har høvið verður at heilsa uppá trøllini, fáa okkurt gott til góman og at hoyra og uppliva kulu børnini Rakul Ró og Beinir framføra í Trøllapætur húsinum

Eisini verður eitt serligt jólatilboð av Dýr er barnaverð, umframt at onnur jólahugskot og barnafløgur liggja frammi.

Hóast ommuhjartað er stórt, so rúmast ikki so nógv fólk samstundis í Trølla Pætur húsinum. Men klokkan 14.00 seinnapartin eru fyrstu gestirnir vælkomnir, og tikið verður ímóti gestum út ímóti nátturðatíð.