Í samband við at tað verður ókeypis at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin komandi sunnudag, fer hetta ikki aftur við borðinum í Klaksvík.
Sunnudagin 29. er eitt ár síðani Norðoyatunnilin alment var tikin í nýtslu fyri almennari ferðslu, og í hesum sambandi verður ókeypis at koyra ígjøgnum tunnilin.
Í Klaksvík verður gjørt nógv burturúr. Handlarnir í handilsfelagnum fara at hava opið frá kl. 14 til 23, á Sjómansheiminum og hjá Jórun ber til at fáa sær døgurða frá kl. 12.00.
Sløkkiliðsstøðin í Klaksvík á Varpinum verður tikin alment í nýtslu sunnudagin, og í hesum sambandi fer Klaksvíkar Hornorkestur, saman við Eiðis Ljómfelag at hava konsert, kl. 13.30 verður sløkkiliðsstøðin alment tikin í nýtslu.
Bjargingarbáturin Ziska og báturin hjá Trygdarmiðstøðini verða sýndir fram, eins og ambulansar og løgreglubilar verða á staðnum. Klaksvíkar Sjómansskúli fer eisini at hava opið.




