Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnilsfundur í Uppistovu hóskvøldi kl. 20

Norðoya Sambandsfelag

Norðoya Sambandsfelag hevur í samráð við Vága Sambandsfelag gjørt av at kallar saman til mótmælisfund í skótahúsinum, Uppistova, í Klaksvík, hóskvøldi kl. 20. ØLL ERU VÆLKOMIN.

Norðoya Sambandsfelag hevur í samráð við Vága Sambandsfelag gjørt av at kallar saman til mótmælisfund í skótahúsinum, Uppistova, í Klaksvík, hóskvøldi kl. 20. ØLL ERU VÆLKOMIN.

Til viðgerar er fráboðanin hjá Landsstýrinum um at bummgjøldini í Norðoya- og Vágatunnlunum skulu varðveitast eftir at lánini eru afturgoldin

Tað er beinleiðis óseriøst og meiningsleyst, at tey sum eru bundin at brúka júst Vága- og Norðoyatunnilin, skullu verða bundin til at fíggja hendan so týðandi part av vegakervinum einsamøll.

Tað er fullkomiliga burtur við, at landsstýrið leggja upp til, at víkja frá upprunaligu ætlanini, sum var at bummgjaldið skuldi fíggja lántøkurnar, sum framdar vóru, tá Vága- og Norðoyatunnilin vóru bygdur.

Hetta er beinleiðis at gera mismun á borgarum.

Tað er eitt sjálvsagt krav at allir borgarar í landinum eru við til at rinda fyri landsvegakervið. Allir borgarar fáa jú ágóðan av hesum. Soleiðis hava vit í felag útbygt undirstøðukervið um alt landið.

At halda fast við gjaldstøðina í Vága- og Norðoyatunnlinum, sum einans skattar ávíst øki í landinum, er fullkomiliga burtur úr vón og viti og er eisini beinleiðis kappingaravlagandi fyri vinnuna í Vágunum og Norðoyggjum.

Á fundinum í Klaksvík hóskvøldið verður eisini luttøka úr Vágunum.

Í næstu viku skipar Vága Sambandsfelag fyri mótmælisfundi í Vágunum – somuleiðis við luttøku úr Norðoyggjum.

Eisini ynskja vit at vísa til tað sum Bjørn á Heygum, advokatur, hevur skrivað um bummgjaldið í Undirsjóartunnlunum.

http://www.nordlysid.fo/bummgjold+ikki+raett+at+gera+mismun+a+borgarum+copy.html

Norðoya Sambandsfelag.