Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur brotið eina, í mínum eygum, klokkuklára politiska avtalu, men hvørki landsstýrismálanevndin ella eg sjálvur eri oman fyri lógina. Tí má Gunvá við Keldu venda sínum ákærum móti Hendrik Old og landsstýrissamgonguni, tí tað eru tey, sum hava meirilutan á løgtingi í dag og harvið valdið til at liva upp til politisku avtaluna, sum varð gjørd um tunnilsgjøldini
Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur brotið eina, í mínum eygum, klokkuklára politiska avtalu, men hvørki landsstýrismálanevndin ella eg sjálvur eri oman fyri lógina. Tí má Gunvá við Keldu venda sínum ákærum móti Hendrik Old og landsstýrissamgonguni, tí tað eru tey, sum hava meirilutan á løgtingi í dag og harvið valdið til at liva upp til politisku avtaluna, sum varð gjørd um tunnilsgjøldini
Gunvá við Keldu, býráðslimur, hevur í almennari viðmerking nú ein dagin ført fram, at eg sum formaður í landsstýrismálanevndini havi blástemplað tær ætlanir, sum Hendrik Old, landsstýrismaður, hevur um at lata bummgjøldini í Vága- og Norðoyatunlunum halda fram.
Hetta harmar meg at lesa, tí hetta er ikki í tráð við veruleikan.
Politikararnir hava avtalað eitt, men samtykt nakað annað
Lat meg sláa fast, at eg ynski tunnilsgjøldini avtikin, og eg blástempli á ongan hátt tað, at Hendrik Old hevur brotið politisku avtaluna um tunnilsgjøldini fyri Vága- og Norðoyatunnilin. Men eg kann heldur ikki ákæra hann fyri at hava brotið sjálva lógina, tí tað hevur hann ikki gjørt.
Trupulleikin í hesum máli er tann, at okkara landspolitikarar hava verið óansnir, tá ið lógaruppskotið varð gjørt, tí tað er ósamsvar millum tað, teir siga, og tað, sum teir hava samtykt í lógini. Í lógini um fast samband um Vestmannasund stendur í §7, stk. 2 púra greitt, at: “við útveganarkostnaði skilst tær samlaðu byggiútreiðslurnar til vegir, brúgvar og tunnilsgerð v.m.”
Sum formaður í landsstýrismálanevndini var eg tí bundin at halda meg til samtyktu lóggávuna, men eg havi so sanniliga eisini ført fram, tá ið eg havi viðmerkt hetta málið til miðlarnar, at eg taki fult undir við politisku avtaluni um at avtaka tunnilsgjøldini. At landsstýrismaðurin so hevur valt at bróta ta avtaluna, kann eg ikki hartast fyri.
Landsstýrismaðurin og samgongan vita, hvør politiska avtalan er
Núverandi landsstýrismaður var sjálvur ein av tingfólkunum, sum atkvøddu fyri hesari lógini og eini aðrari lóg um tunnilsgjøld, sum kom í tingið seinni, har tað enntá verður skrivað í viðmerkingunum til lógina, at: “tá lánið er afturgoldið, verður partafelagið upployst, og undirsjóvartunnilin fellur aftur til landið sum ein vanligur partur av landsvegakervinum”. Trupulleikin er her tó tann, sum nevnt omanfyri, at sjálvur lógarteksturin er ikki í tráð við hetta.
Málið er gruggut, men eg eri sannførdur um, at landsstýrismaðurin og samgongan vita, hvør politiska avtalan er, og hana skulu tey halda. Fólkaræðið byggir á álit á politisku skipanina, so tá ið politikarar, og í hesum føri landsstýrisfólk, byrja at víkja frá slíkum avtalum, so gongur skjótt til, at álitið á politisku skipanina er fokið. Tað hava vit ongantíð ráð til, og so slettis ikki beint nú.
Undirritaði hevur sostatt als ikki blástemplað ætlanirnar hjá landsstýrismanninum um at halda fram við bummgjaldi, eftir at lánini til Vága- og Norðoyatunnilin eru afturgoldin. Tvørturímóti mæli eg til, at Føroya Løgting heldur tær avtalur, sum tað gav, tá ið hesir tunlar vórðu bygdir, og javnsetur alt landsveganetið í Føroyum við at avtaka bummgjøldini.




