Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tunnilsgjøldini skulu takast av

Jóhann Lützen

Valfeløgini hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum í Norðoyggjum hava fund í Gamla Seglhúsinum í annaðkvøld. Á skrá er avtøka av tunnilsgjøldunum.

Norðlýsið skrivaði tann 23. oktober í ár frá tingfundinum, har Jørgen Niclasen fíggjarmálaráðharri kunngjørdi, at um stutta tíð verður tað ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin!

Tað hevur ikki verið so nógv at hoyrt um tunnilsgjaldið síðani.

Men í annaðkvøld verður fundur á Gamla Seglhúsi har lokalu valfeløgini hjá ávíkavist Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum hava sett formonnunum báðum Jørgen Niclasen fyri fólkaflokkin og Bárður á Steig Nielsen fyri sambandsflokkin stevnu. Tey vilja vita nær vallyfti hjá samgonguni verður framt. 

Norðlýsið verður við á fundinum