Nú ber til at tilmelda seg til Tunnilsrenning 2006.
Frá í dag av og fram til 17. apríl ber til at melda seg til Tunnilsrenningina sum Treysti skipar fyri sunnudagin 23. apríl kl. 14.00. Tað eru tveir mátar at tilmelda seg uppá. Annar er umvegis heimasíðuna hjá Treystinum, sum er www.treysti.fo, har møguleiki er at gjalda við gjaldskorti. Hin møguleikin er at fara inn á eina av deildunum hjá Føroya Sparikassa og tilmelda seg har.




