Eg dugi illa at síggja fyrimunirnir hjá teimum eystan Múla við at koyra ígjøgnum Myrkjanoyrafjall uppá longs, tað mátti jú falli lættari at koyrt ígjøgnum ein munandi stytri tunnil, skrivar lesari
Hoyrdi eina tíðindasending í gjár, at tingviðgerð hevði verði um tunnlar norð um fjall og meiriluti var fyri at bora tunnil ígjøgnum Myrkjanoyrafjall uppá longs, og sum eg skilti skuldi sunnari munnin verða onkustaðni í Gerðabø og at hettar skuldi geva ein meirkostna uppá uml. 65 mill. kr. í mun til tann sum Landsverk hevði ætlanir um, tann munnin skuldi vist nokk verða omanfyri Ánirnar.
Um vit fyrst hyggja at nøkrum av fyrimuninum í tilráðingunum hjá Landsverk, so verður møguliga avlopspeningur til, at Klaksvíkin fær samanbundið ringvegin við nýggjan tunnilsveg frá Gerðabø undir Kjølinum norð til norðara tunnilsmunnan norðuri í Ánunum. Norðhavnin kemur sostatt til sín rætt, Kunoy og Haraldssund verða nærri munnanum, ferðslan niðri í býnum verður avlastað, ein funnin frensur hjá Klaksvíkar Býráð í hesum tíðum.
Eg dugi illa at síggja fyrimunirnir hjá teimum eystan Múla við at koyra ígjøgnum Myrkjanoyrafjall uppá longs, tað mátti jú falli lættari at koyrt ígjøgnum ein munandi stytri tunnil og so eftir ringvegnum fram við sólsíðuni á Myrkjanoyrafjalli, strekkið verður fáar hundrað metrar longri, men tú kemur at koyra úti í Guðs fríu náttúru, pluss tað at ein so long tvísporað tunnil skal jú hava bæði útlufting og ljós og kemur harvið at verða kostnaðarmikil at reka, eisini verður tað meira trupult hjá vinnuni eystan Múla í samarbeiði við vinnuna vestan Vágna.
Tí er tað so ringt at skilja hvat og hvussu fram er farið fyri at koma til eina dýrari loysn, sum ger at man kemur at koyra inni í fjallinum heldur enn uttaná? Kann tað verða at grannar okkara eystan Múla ikki longur kunnu torga okkum í Klaksvík? Ellla er tað tan síðsta politiska heilan frá Anfinni, við tøkk fyri stuðulin? Og hvat siga okkara samgongupolitikkarar, fyrrverandi varaborgarstjórin Jákup Mikkelsen og Eyðunn Sámuelsen, tey skuldu vita hvat tað dreygar seg um og ganga tey inn fyri í løgtinginum at sjekla bygdirnar Eystan Múla burtúr Klaksvík. Áhugavert kundi eisini verið at fingið at vita um okkara nýggja býuráð letur slíkt fara óatalað aftur við borðinum, tað er jú alt Føroya fólk sum skal gjalda og harav Klaksvík 10%.
Skuffaður klaksvíkingur




