Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tunnlar, røktarheim og Maritimur depil – ein sjálvfylgja

John William Joensen

Høvuðsstaðar pressan hevur beint áðrenn 1.viðgerð av fíggjarlógini í løgtinginum sett tunnlarnar Norðum um Fjall uppmóti einum Røktarheimi í Klaksvík.

Aðrir løgtingslimir hava harafturat borið brennið á bálið og sagt at ístaðin fyri tunnlar norður um fjall, eigur tað almenna heldur at byggja ein maritiman depil í Klaksvík – har útbúgvingar sum hava við sjógvin at gerða verða savnaðar á einum staði.

Fyri fáum døgum síðan vísti Sjónvarp Føroya – slowmotion –  myndir av fíggjarnevndformanninum Annfinn Kallsberg, meðan hesin var niðurgjørdur til at verða ein maktafaktor sum var ímóti røktarheimum og bleytum virðum – og at hann á ein ella annan hátt fór at meganð at fáa tunnlarnar – norður um fjall – aftur á fíggjarlógina – pá – bekostning av bleytu virðum, røktarheim til klaksvíkingar og suðuroyingar og heilsuverkið.

Norðoyggjar eru eisini partar av landinum

Tað er púra óskiljandi hvussu høvuðsstaðarpressan og partar av politisku skipanini hava megnað at sett tunnlar, røktarheim og heilsuøkið – upp móti hvørjum øðrum – og skeiklað orðaskiftið at handlaðu um antin – ella??

Verkætlanin um tunnlarnar norður um fjall er komin rættiliga langt og er um at verða klárt. Játtar løgtingið pening kann arbeiði byrjað longu 1. januar 2010. Sjálvandi skal hetta arbeiði setast í verk.

Røktarheim í Klaksvík er ein verkætlan sum kommunum í Klaksvík hevur arbeitt við í eina tíð og sjálvandi skal hetta projektið eisini hava játtan frá landinum – men í realitetinum verður spakin til røktarheim í Klaksvík neyvan settur í fyrr enn til komandi heyst og á fíggjarlógini eru játtaðar 40 mil. kr. so har er bara hjá lokalu myndugleikunum at fara til verka. Og sjálvandi skullu norðoygingar hava hetta røktarheimið – og arbeiði kann byrjað á heysti 2010.

Politiska kjakið um Maritiman depil í Klaksvík er ikki nýtt. Hetta hevur havt ein drúgva tilgongd og tað tykist sum hetta málið vinnur størri politiskan stuðul – men langt er á mál. Í øllum førum fer hesin depilin ikki at tyngja fíggarlógina hjá landsstýrinum fyrr enn í 2013 í fyrsta lagið – um skjótt verður atborið.

Sjálvandi skal eisini maritimur depil byggjast í Klaksvík!

Tann sum ikki er uppá vakt yvir fyri lobby-ismuni úr høvuðsstaðnum í hesum tíðum – verður bara kroystur og látursgjørdur – sum fyrrverandi løgmaður bleiv í Degi og Viku fyri kortum.

Tað krevst ryggur og seriøsitetur – tá løgtingsfíggjarlógin skal viðgerðast og røðan sum fyrrverandi løgmaður helt í løgtinginum í morgun – vísti ein seriøsan mann! 

– Men hann vinnur neyvan fram í almenna fjølmiðlaheiminum í tórshavn.

Tað er umráðandi at norðoyggjar í hesum tíðum stendur sum ein maður, baði politiskt og komunalt. Eydnast tað at seta kommunur upp móti hvørjum øðrum – so fer einki at henda í økinum.

Standa vit saman – tvørtur um politisk- og kommunal mørk – kann nógv avrikast.

John William Joensen