Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tunnlarnir norður um Fjall!!!

Petur Asano

Tað var ein væl eydnaðar dagur tá Norðoya gongufelag skipaði fyri gongutúri í sambandi við “virkið heyst” hjá Klaksvíkar kommunu

 

Tað verður stór broyting fyri tey sum brúka tunnilin dagliga, og tey sum ferðast ofta í gjøgnum. Ikki bara, at tað blívur lættari, men tað fer at skapa stóra menning fyri bygdirnar norðanfyri. Í kommununi er tað serliga Árnafjørður sum fær ágóðan.

 

Ferðavinnan

Ferðavinnan ferð eisini at økjast munandi í Norðoyggjum. Fleiri bussar sleppa ígjøgnum nýggju tunnlarnir, sum ikki sleppa ígjøgnum teir gomlu. Í kommununi er Svínoy. Svínoy hevur ongantíð veri ein ferðavinnuoyggj men við hesum nýggju tunnlum fer ferðafólkatalið heilt vist at økjast. Busssambandi sum nú er frá Klaksvík til Rituna er sera vánaligt. Tað kundi kommunan gjørt nakað við, møguliga sum samstarv við kommununar norðanfyri, (t. d at býarbussurin koyrir frá Klaksvík til Rituna)

 

Ábyrgdin liggur hjá kommununi

Býráðið eigur at raðfesta bygdirnar í kommumuni. Einki kemur av sær sjálvum. Eg verði ein av teimum sum fer at nýta hesar nýggju tunnlar, og eg raðfesti bygdirnar!

 

Grundstykki

Kommunan má skaffa grundstykki í Árnafirði, so árnfirðingar kunnu seta búgv í heimbygdini. Í Svínoy kundi kommunan gjørt eina roynd at byggja íbúðir til leigu, tí ringt er hjá fólki at vita um tey fara at trívast á einum so avbyrgdum stað. Fólk sum arbeiða heimanífrá kunnu í prinsippinum búgva allarstaðni.

 

Soleiðis verður Klaksvíkar kommuna størri!!!

 

Petur Asano valevni fyri Miðflokkin