Í Badmintonhøllini skipaði Klaksvíkar Hornorkestur fyri árligu tunnusláingini. Nógv børn og foreldur vóru møtt. Mett var, tá vit fóru hagani at eini 350 atgongumerki vóru seld.
Nógvir kattakonga vóru funnir og øll børnini sum luttóku fingu eisini gávur. Alt í alt eitt væleydnað tiltak, sum børnini fegnaðust um. Nakrar myndir frá tiltakinum:




