Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Turt í vikuskiftinum

Hanus Kjølbro

Fylgisveinamynd klokkan 1200 føroyska tíð. Yvir Írlandi sæst eitt lágtrýst, sum luftin melur rundanum. Meldurin er ímóti klokkuni. Luftin kemur sostatt norður yvir Englandi og Skottlandi ímóti Føroyum, og við okkara leiðir otar luftin heitari luft burtur. Tí síggjast hasi skýggini yvir Føroyar, og tað eru hesi skýggini sum gera okkum regnið á middegi í dag. Tá ið tað er farið norðurum, slítur í.

Í hesum døgum smoyggja lágtrýstini seg ímillum tvey hátrýst – annað placerað yvir Norðurnorra, hitt í miðjum Norðuratlantshavi, vestan fyri bretsku oyggjarnar. Lágtrýstið, sum stýrir veðrinum í dag, er statt yvir Írlandi

Trýstið er ikki serliga lágt í miðjuni á lágtrýstunum hesa árstíðina – ímillum 993hPa og 1008hPa. Fyri tað kann vera eitt sindur av vindi viðhvørt. Alt velst um, hvussu langt tað er ímillum há- og lágtrýstini.

Í dag er lítil vindur – í miðal 5 m/s. Ættin er eystan (skrivað á middegi), men seinnapartin fer ættin at broytast niður í landsynning-sunnan; samstundis sum vindferðin kvinkast eitt lítið vet uppeftir – miðalvindurin fer at liggja um 8 m/s. Í kvøld minkar vindurin niður í 3 – 6 m/s úr landsynningi.

Soleiðis verður veðrið eisini í morgin – leygardagin. Í annaðkvøld fer vindur at koma úr eystri.

Sunnunáttina førkar ættin seg upp ímóti landnyrðingi – vindferðin óbroytt: um 5 m/s – og soleiðis verður eftir øllum at døma veðrið allan sunnudagin.

Sum tað sær út í løtuni, so fer einki brúgvalag fram við Føroyum í vikuskiftinum. Ein kuldabrúgv liggur yvir okkum í skrivandi løtu – tað regnar mestsum allastaðni í landinum júst nú – men eftir tað er farið framvið, verður turt allastaðni.

Munur er tó, hvussu ættirnar fara við sær kring landið. Næstu dagarnar er talan um ættirnar ímillum landsynning-sunnan og landnyrðing. Luftin hevur sín uppruna í Norðurnorra, og tá ið hon er komin til Føroya, er hon mettað – t.e. at bert lítil køling skal til at fáa droparnar úr henni.

Gott vikuskifti.