Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Turt veður tá Cliff Richard syngur á Vágsbøi

Hanus Kjølbro

Enn eru 2 dagar eftir, tí kunnu fortreytirnar fyri hesari veðurforsøgnini broytast eitt sindur.

Hóskvøldið fer Cliff Richard á pall á Vágsbøi. Hvussu verður við veðrinum hesa løtuna, tá ið eitt tað størsta navnið í popptónleikinum fer at syngja fyri okkum?

Veðrið í dag, í morgin og í ovurmorgin fer at verða stýrt av einum lágtrýsti, sum í dag er statt vestan fyri Írland og flytur seg eystureftir. Trýstið er ikki serliga lágt í miðjuni á hesum lágtrýsti, vindurin er tí ikki tann stóri.

Hóskvøldið er lágtrýstið eftir øllum sólarmerkjum komið at liggja í norðara parti av Norðsjónum. Tí fara vit at hava høgætt í Føroyum. Tað verður eitt sindur kølin luft av leiðunum við Norðureysturgrønland, sum fer at reka ímóti okkum hóskvøldið. Ættin fer at vera útnyrðingur-norðan, og vindferðin fer liggja um 3 til 7 m/s. Hvussu verður við avfalli v.m. er eitt sindur torførari at siga í løtuni, men sum tað sær út í løtuni verður turt.

Hitin fer at liggja um tey 10 stigini.

Enn eru 2 dagar eftir, tí kunnu fortreytirnar fyri hesari veðurforsøgnini broytast eitt sindur. Dagføring av veðrinum verður í morgin.