Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Túrurin við Líðhamri fer at halla

Oliver Joensen

Vit hava upplivað ein sera áhugaverdan útróðrartúr í nátt og í dag. 48 stampar høvdu vit við tá vit fóru og í skrivandi stund hava vit nakrar fáar eftir at draga. Um veiðuna er at siga, at vit hava helst onkustaðni ímillum 150 til 200 pund upp á stampin. Vit fáa nærri at vita tá liðugt er at draga, 9 stampar eru eftir at draga. Hóast frískur vindur var áðrenn miðdag, so er veðrið betur nú.

Vit hava fingið nakað av toski, men skiparin sigur at teir høvdu meira av toski í gjár. Um alt gongur eftir ætlan, so verða vit á Klaksvík um sekstíðina.