Av tí at tað hevur verið útselt til flest allar sýningarnar við Mr. Bean, verður Mr. Bean sýndur tveir dagar afturat; mik. og hós. kl. 20:00.
Mr. Beans Ferie
Slag : Skemtifilmur
Longd : 01:30
Aldursmark : einki
Kostn. 70,-
Leikarar : Rowan Atkinson, Emma de Caunes, Jean Rochefort, Williem Dafoe, Pierre-Benoist Varoclier
Mr. Bean vinnur ein vikutúr til suður Fraklands – enntá til Cannes filmfestivalin. Samstundis er hann fult upptikin við at brúka sítt nýggja upptøkutól. Ein vinarligur maður, sum Bean fær yvirtala til at filma, meðan hann stígur upp í togið í Paris, nær ikki at koma við sjálvur, tískil má Mr. Bean taka ábyrgd av soninum… sum einans tosar russiskt. Hetta hevði ikki verið nakar trupulleiki, um Mr. Bean hevði verið førur fyri at fortalt starvsfólkunum frá støðuni, men hann dugur heldur ikki franskt.
Tískil verður ein mannajagstran, eftir fólkarænaranum Mr. Bean, sett í verk. Mr. Bean roynir at koma til Cannes, har hann væntar at finna pápan hjá dreinginum, men á vegnum eru nógvar avbjóðingar fyri tann eleganta Mr. Bean, millum annað missir hann burtur pening, pass og billettir, hann verður óviljaður við í eini yoghurt-reklamu, hann sleppur at koyra ókeypis við eini franskari leikkvinnu til Cannes, har hann roynir at umganga eitt stórt trygdartiltak.
Mr. Bean verður sýndur frá fríggjakvøldinum 11. mai til og við týskvøldið 15. mai kl. 20:00. “Tó fríggjakvøldið kl. 23:30”
Umframt tvær eykasýningar, sum verða mik. 16. mai og hós. 17. mai kl. 20:00




