Tað er nú avgjørt at leikast skulu tvær hálvfinalur tann 20. og tann 27.
Mikudagin 20/9 spæla EB /STR móti B36 á Mølini á Eiði og á Skála møtast Skála og KÍ.
Mikudagin 27/9 spæla B36 og EB/STR í Gundadali og í Klaksvík KÍ og Skála
FinalanFinalan um løgmanssteypið er ásett til sunnudagin 1/10 og tí er umfarið í Formuladeildini, sum var ásett til 1/10 flutt til mikudagin 18/10
Eftir fundin millum feløgini var annars avtalað at bert ein hálvfinala skuldi leikast, men nú hevur kappingarnevndin so avgjørt at tað skulu spælast tveir dystir sum upprunaliga ætlað.




