Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvær konsertir í Tutl hesa vikuna

Tíðindaskriv

Ársins Summartónar eru skotnar í gongd, og vera tvær konsertir í Tutl handlinum hesa vikuna. Mikudagin 11. juni framførir Hans Andrias Jacobsen og fríggjadagin, 13. juni, framførir Birgitte Schnakenburg. Báðar konsertirnar byrja kl. 16.

Hans Andrias
Hans Andrias spælir eina blanding av folk, blues og singer/songwriter tónleiki. Í 2012 vann hann Planet Awards prísin “Ársins nýggi bólkur/einstaklingur” og hevur verið virkin at spæla konsertir runt í landinum. Hann hevur fyri kortum verið í Studio Bloch og innspælt sína fyrstu fløgu, ið eftir ætlan kemur út seinni á árinum. 11. juni hevur tú møguleika at hoyra unga klaksvíksmannin í Tutl.

Birgitte Schnakenburg
Fríggjadagin 13. juni framførir Birgitte Schnakenburg í Tutl. Birgitte spælir violin og er serliga kend fyri fløgurnar “Klassiskar Tónleikaperlur 1” og “Klassiskar Tónleikaperlur 2” saman við Moniku Stauss Joensen. Fløgurnar vera uppá tilboð hendan dagin.