Norðlýsið hevur í dag tvær søgur á heimasíðuni við myndum av deyðum djórum. Á aðrari myndini síggjast royttir havhestaungar og á hinari myndini eru menn í ferð við at skera upp eftir grindadrápið í Hvannasundi.
Tað løgna er, at niðanfyri greinina um grindina eru fleir viðmerkingar á enskum máli, har fólk brúka rættiliga stór orð, fyri at undirstrika sína vanvirðing fyri grindadrápi. Orð sum ” Horrible nasty and barbaric people!” og ” Fucking killers,” verða nýtt. Niðanfyri greinina um havhestaungarnar er í skrivandi stund eingin viðmerking.
Vit kunnu spyrja, hví fólk øsa seg um deyðu hvalirnar og ikki um deyðu havhestaungarnar? Hongur tað kanska saman við, at havhestaungar líkjast høsnarungunum, sum hesi somu fólkini eru von við at eta?
Nógv verður gjørt burturúr, tá hvølpar eru partur av eini grind. Neyðars djór, sum ikki sluppu at gerast vaksin. – Men ikki eitt orð um havhestaungarnar, sum allir komu úr eggunum seint í juni og tí bara fingu tveir mánaðir her á fold.
Hetta vísir hvussu nógv kjakið verður stýrt av kenslum. Hvat hevði til dømis hent, um øll slaktarí settu propp í frárenslurørini og lótu alt blóðið renna út á gøtuna?
So leingi sum vit einki síggja, er alt í lagi, og so leingi sum tað deyða djórið líkist onkrum, sum vit eru von við at síggja er alt í lagi. Verri er, tá blóðið verður blandað við sjógv, og talan er um eitt djóraslag, sum vit ikki sjálvi eta.




