Meðan Fólkaflokkurin er minstur av teimum størru flokkunum í kanning hjá Gallup, so er hann størstur í kanning hjá Fynd.
Tvær veljarakanningar eru kunngjørdar í dag. Fynd hevur gjørt eina fyri KVF og Miðlahúsið, meðan Gallup hevur gjørt eina fyri Portal.fo.
Og hetta hevur kanska bara gjørt spenningin enn størri, tí einki mynstur er í kanningunum og tí veit eingin, hvat vendir upp og niður í løtuni. Taka vit t.d. Fólkaflokkin, so er hann minstur av teimum stóru flokkunum í kanningini hjá Gallup, meðan hann er størsti flokkur av øllum í kanningini hjá Fynd.
Úrslitið hjá Fynd er hetta:
Fólkaflokkurin 20,40 %
Sambandsflokkurin 19,20 %
Javnaðarflokkurin 19,30 %
Nýtt Sjálvstýri 5,9 %
Tjóðveldi 16,5 %
Framsókn 11,20 %
Miðflokkurin 7,4 %
Úrslitið hjá Gallup er hetta:
Fólkaflokkurin 18,20 %
Sambandsflokkurin 19,00 %
Javnaðarflokkurin 22,90 %
Nýtt Sjálvstýri 3,10 %
Tjóðveldi 19,40 %
Framsókn 10,60 %
Miðflokkurin 6,80 %




