Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvær vikur síðani vit komu til Bahama oyggjarnar

Oliver Joensen

Fyrsta vikuskiftið var eitt stuðulsvikuskiftið til Logos Hope (gamla Norrøna), sigur Diana Johannesen millum annað í brævi sínum.

 Tíðindabræv fyri Bahamas 16.mars  31.mars
 
Hey tit!!!
 
Nú er tað 2 vikur síðani vit komu til Bahamas. Tað er eitt sera flott
land, og sum í hinum báðum londunum vit hava verið í, so er veðrið
eisini sera gott.
 
Siglingin gekk gott, og tað var eisini gott veður at sigla.
 
Tá vit vóru komin til Bahamas fóru nøkur av okkum ein túr út at hyggja
okkum runt, og eg vil siga at fólkini her eru sera blíð og fitt at tosa
við. Og tað er nemt at tosa við tey um Jesus. So tað er nokk so deiligt.
 
Tað fyrsta vikuskiftið var eitt stuðulsvikuskiftið fyri Logos Hope (
gamla Norrøna), og tað gekk sera gott. Og fólkini sum vóru komin at
stuðla vóru sera blíð og fitt at tosa við. Í samband við stuðulstiltakið
høvdu vit eitt tiltak sum verður kallað fyri I-night. Tað er eitt
internationalt kvøld. Vanligvís vísa vit ymiskt frá teimum ymisku
mentanunum, men hesaferð vístu vit teimum hvussu lívið umborð á skipinum
er, og so høvdu tey eisini eitt drama um hvat hendir um tú ikki hevur
Jesus sum tín persónliga frelsara.
 
Tann fyrsti tænastudagurin hjá mær var í eini samkomu, tað gera vit
viðhvørt, at vit fara út at vitja samkomur. Har vístu vit eitt drama um
at Guð hevur skapað okkum við einum endamáli, og at hann vil hava okkum
at boða boðskapin um hann út.
 
Tann seinna tænastudagin høvdu vit fyrst eitt tiltak fyri børn sum vóru
blind. Vit høvdu tiltakið umborð. Hetta var eitt stuttligt tiltak fyri
okkum at hava, tí at tað mátti fyri tað fyrsta verða annaðleiðis enn tað
sum vit vanligvís hava, so vit máttu hugsa okkum eitt sindur um, men tað
gekk ordiliga gott, og børnini dámdu tað ordiliga væl. Sjálvt um tey
ikki sóu, so hoyrdu tey hvat gekk fyri seg, og tey vóru sera takksom
aftaná, og tríggir dreingir sungu fyri okkum aftaná, og tað var ordiliga
gott, teir dugdu sera væl. Av tí at hesi børnini vóru so takksom, so
fekk tað meg at vera takksama fyri at eg havi eina sjón, tí viðhvørt
hugsa vit ikki um tey sum onga sjón hava, og hvussu tey klárað seg, men
í hesum føri fekk tað meg at vera takksama.
 
Seinni tann dagin vóru vit nøkur sum fóru út við traktatum. Vit fóru til
strámarknaðin. Har eru altíð nógv fólk, so vit hildu at tað var eitt
gott hugskot at fara har. Tað gekk gott, og so at siga øll fólkini tóku
ímóti traktatunum. Aftaná møttust vit øll og tosaðu um hvat var hent, og
tá segði ein at ein kona hevði tikið ímóti Jesusi. Tað er altíð
uppmuntrandi at síggja at fólk reagera uppá tað sum vit siga, tí tey
kundu jú gott sagt at tey tímdu ikki at lurta eftir tí sum vit høvdu at
siga.
 
Dagin eftir fóru vit sum arbeiða á vaskiholdinum til eitt katólskt
barnaheim, og tað var sera áhugavert. Tá vit komu til barnaheimið vóru
tey eldru børnini í skúla, so vit máttu bíða eina lítla løtu, men vit
sluppu inn til tey heilt smáu børnini. Men av tí at eg og ein onnur
genta vóru klovnar, so vóru børnini ikki so við uppá at vit vóru har,
men tað gekk bara ein lítil løta so vóru tey ikki so smæðin meira.
 
Tá tey eldru børnini vóru komin, so høvdu vit eitt tiltak fyri teimum.
Vit høvdu 2 drama, eitt um tann miskunnsama sámariubúgvan, og tey fylgdu
væl við, tí tá vit spurdu tey aftaná hvat var hent, og hvør var tann
góði vinurin, so vistu tey alt. Eitt annað drama sum vit høvdu var um
ein persón sum vildi hava uppmerksomheit, men fekk tað ikki frá 3
persónum, men so kom ein og spurdi hvat feilti, men hann svaraði ikki
beinanvegin, men tá hann so fann útav at teir høvdu okkurt til felags,
so var alt gott aftur.
 
Meiningin við hesum báðum framførslunum var at fortelja teimum at Jesus
er tann besti vinurin ein kann hava, og tá vit fóru avstað góvu vit
teimum hvør sína bók at lesa.
 
Tá vit fóru avstað fóru øll børnini at gráta, og tað var ikki so
stuttligt. Eg sá at hesi børnini hava ordiliga brúk fyri foreldrum sum
elska tey. Hetta vóru børn sum hava foreldur, men foreldrini eru ikki
før fyri at ansa eftir teimum.
 
Eg vil til endans heilsa tykkum við einum versi sum stendur í Jóh.17,3.
 
Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Guð,
og tann, sum tú sendi, Jesus Krist.
 
Vinarliga Diana