Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir av donsku leikarunum hjá Team Klaksvík eru givnir

Jákup Ósá

Tá Team Klaksvík spældi móti Kyndli í gjár var tað uttan nakran av teimum trimum donsku leikarunum. Tveir av teimum eru givnir í felagnum.

Tá Team Klaksvík spældi móti Kyndli í gjár var tað uttan nakran av teimum trimum donsku leikarunum. Tveir av teimum eru givnir í felagnum.

Team Klaksvík var í Tórshavn í gjár og spældi móti Kyndli. Kyndil vann dystin 29-18. Men á dómaraseðlanum sást, at Team Klaksvík spældi uttan nakran av sínum trimum donsku leikarum. Tí hava vit spurt ein av nevndarlimunum, Svein Rógva Nielsen Ljósstein, um orsøkina og hann sigur, at tveir eru givnir.

– Jacob Knudsen og Henrik Justesen eru givnir og spæla ikki aftur. Orsøkin er, at teir trivust ikki í Føroyum, og tað hava vit virt. Partarnir skiljast í øllum góðum og eingin dramatikkur er í hesum. Málverjin Jesper H. Laustsen var sjúkur, og tí var hann ikki við, sigur Svein Rógvi við Norðlýsið.

Ynskja at koma víðari í steypakappingini

Svein Rógvi sigur, at tað er ikki avgjørt, um Team Klaksvík fer at fáa avloysarar í hópin. Liðið fær lokalan styrk og hevur nokk av fólki.

– Dánjal Kjærbo er byrjaður aftur og í januar er Sámal á T. Olsen við aftur. Hetta eru týðandi leikarar hjá okkum. Í steypakappingini er málið at koma víðari til hálvfinalurnar. Venjarin, Finnur Hansson, hevur lagt eina venjingarætlan, har vant verður ímóti at toppa tá, og vit hava verið heilt nær við fyrr, so tað ber til, sigur Svein Rógvi Ljósstein Nielsen.