Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir B68 leikarar til KÍ

Jákup Ósá

Í vikuni hava tveir leikarar í Effohópinum hjá B68 skift frá B68 til KÍ.

Í vikuni hava tveir leikarar íEffohópinum hjá B68 skift síni leikaraloyvir frá B68 til KÍ.

Talan er um klaksvíkingarnar FríðaSigurðsson og Ivan Joensen, sum undan hesum kappingarárinum skiftutil B68. Fríði vardi málið hjá B68 fyrstu fimm umførini, menmisti síðani plássið til Ragnar Lindholm, sum hevur staðiðsíðani. Ivan Joensen hevur verið darvaður av skaða. Hann mistifyrsta partin av kappingini, men spældi dystirnar í 4., 5., 6. og7. umfari áðrenn skaði aftur argaði.

Mikudagin í hesi vikuni fluttu teirbáðir síni leikaraloyvir aftur til barndómsfelagið KÍ. Tað erógreitt, hvør teirra leiklutur verður, men í fyrstu atløguverður tað helst í deildunum undir Effodeildini, at teir koma at spæla. KÍ hevur sumeinasta felag í landinum lið í øllum vaksnamannadeildum, so taðkemur helst væl við at fáa meira fólk til felagið við royndum á hægstastøði.  

Mynd: B68.fo