Í morgin 1. november er allahalgannardagur, eisini nevndur minningardagur teirra sjólátnu.
Síðani allahalgannadag í fjør eru tveir føroyingar farnir á sjónum. Teir eru:
Johannes Birger Brandal, andaðist umborð á Slættaberg 04. januar 2016, 63 ára gamal.
Kristian Óli Frits Niclasen, druknaði í Hvannasundi 29. mars 2016, 68 ára gamal.
Føroyska Sjómansmissiónin skipar sum vanligt fyri minningarhaldi á Vinnuháskúlanum í Havn.
Av tí at løgmaður er burturstaddur, verður tað Henrik Old, landsstýrismaður, sum talar, og Derhard Jógvansson, prestur, hevur andaktina.
Síðani verður farið niðan til minnisvarðan í viðalundini, har Henrik Old leggur krans,
vegna Føroya Landsstýrið.
Eisini aðrastaðni í landinum verður skipað fyri minningarhaldi í morgin.




