Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir fyrispurningar

Norðlýsið

Bill Justinussen spyr Jóannes Eidesgaard, løgmann og Bjarna Djurholm, landsstýrismann.

Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann

Í Sosialinum frá 19. januar í ár boðar løgmaður frá, at nú er júst eitt ár til valið. Í hesum sambandi sigur hann beinleiðis endurgivið:

”Tí hava okur í landsstýrinum gjørt av, at hvør landsstýrismaður kann koma við einum ella tveimum eyka uppskotum, sum vit fara at bera niðan í tingið.” Víðari sigur hann, at uppskotini fara at koma borgarunum til góðar, soleiðis at talan verður um beinleiðis tilboð ella betran av tænastuni. Og so leggur hann afturat, at ”hetta verður ikki gjørt, tí at valið nærkast. Men nú hava vit møguleika at nýta hugflogið og harvið at koma við góðum politiskum hugskotum. Og tíðin er um at renna út”.

Av tí at hesi boð frá landsins hægsta stað helst eru løgnastu boð, sum nakrantíð eru komin úr Tinganesi, fari eg at loyva mær at seta nakrar spurningar hesum viðvíkjandi. Tað er løgið, at landsins hægsti maður sigur, at hann saman við landsstýrismonnunum NÚ hevur møguleika at nýta hugflogið. Hetta staðfestir illgrunan um, at onki hugflog hevur verið nýtt hesi 3 farnu árini. Eisini sigur hann, at nú er møguleiki at koma við góðum politiskum hugskotum. Merkir tað, at higartil hava politisku hugskotini ikki verið góð? Hann sigur, at hesi eyka uppskotini fara at koma borgarunum til góðar, soleiðis at talan verður um beinleiðis tilboð ella betran av tænastuni. Ein fær hug at spyrja, um tað ikki altíð er meiningin við einum og hvørjum uppskoti.

Fyri at fáa innlit í hesar løgnu útsagnir, fari eg at spyrja løgmann:

1.    Hvørji uppskot hevur landsstýrið hildið aftur hesi trý árini, sum høvdu komið borgarunum í Føroyum til góðar og sum høvdu betrað um tænastuna, um tey ikki vóru hildin aftur?
2.    Hví hevur ikki ligið fyri hjá landsstýrismonnum at nýtt hugflogið og at komið við góðum politiskum hugskotum farnu trý árini, og hvat er broytt, soleiðis at tað nú ber til at nýta hugflogið og koma við góðum politiskum hugskotum?
3.    Er tað ikki skylda landsstýrisins altíð at bera fram á ting øll uppskot, sum kunnu betra um gerandisdag borgarans?

á Løgtingi hin 22. januar 2007-01-22


Bill Justinussen
_____

Munnligur fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann


Í útvarpssamrøðu um vikuskiftið segði landsverkfrøðingurin, at Landsverk heldur, at besta loysnin í sambandi við undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Havnina er at binda Skálafjørðin saman við eini brúgv millum Stendur og Saltnes. Í hesum sambandi segði landsverkfrøðingurin, at um boripallar koma til Føroyar, so er ikki neyðugt, at teir júst skulu inn á Skálafjørðin. Hendan útsøgnin er politisk og hoyrir heima í einum politiskum orðaskifti. Tað harmar almikið, at ein stovnsleiðari gevur til kennar síni politisku sjónarmið, tí slíkum eigur hann at halda seg frá í ørindum fyri tað almenna. Onki varð nevnt um, at landsstýrismaðurin hevur hesa støðu, og tí hevur tað týdning fyri øll tey mongu, sum síggja stórar menningarmøguleikar í sambandi við Skálafjørðin, at landsstýrismaðurin greitt sigur sína støðu í hesum máli. Skálafjørðurin er frá náttúrunnar hond besti og størsti fjørður í Føroyum, og eiga vit allir føroyingar at nýta vit og skil og fáa optimalt burtur úr teimum vinnumøguleikum, sum hetta náttúrutilfeingið gevur. Tí tykist tað sum ein beinleiðis atsókn at framtíðar menningarmøguleikum, tá ein so týdningarmikil stovnur sum Landsverk hevur tikið slíka støðu.

1.    Hevur landsstýrismaðurin givið landsverkfrøðinginum heimild at úttala seg politiskt í sambandi við framtíðar útbyggingar av okkara undirstøðukervi?
2.    Tekur landsstýrismaðurin undir við útsøgnunum hjá landsverkfrøðinginum um, at skilabesta loysnin er at gera brúgv millum Saltnes og Strendur heldur enn at gera tunnil undir havbotninum?

á Løgtingi hin 22-01-07


Bill Justinussen

Harleyfacadeacryl