Tá fyrsta skotið verður skotið borðoyarmegin ímorgin kl. 15, skulu tveir ógvuliga kendir norðoyingar, annar 98 ára gamal og hin 87.
Tað vera teir báðir Eliesar Sørensen og Jógvan Gerðalíð, sum skulu síggja til, at skotið hjá Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra verður latið av sum tað skal.
Dávur Reinert Hansen, stóri á Norðoyatunnlinum sigur, at teir báðir eldru norðoyingarnir eru valdir, Eliesar, sum elsti maður við góðum førleika og Jógvan Gerðalíð, sum í nógv ár hevur verið við í hesu bransjuni við gravimaskinum, jørðarbeiði og tí sum har tilhoyrir.
Aðrastaðni frætta vit, at tað verður Jógvan við Keldu, sum kemur at umboða landsstýrið í hesum samanhanginum.




