Hópurin hjá NSÍ breiðkar við tveimum fyrrverandi landsliðsleikarum.
Hópurin hjá NSÍ breiðkar við tveimum fyrrverandi landsliðsleikarum.
NSÍ hevur í summarsteðginum mist Tobias W. Olesen og Jann Martin Mortensen. Men NSÍ hópurin hevur eisini fingið tilgongd av tveimum leikarum, váttar ítróttarstjórin Eyðstein Skipanes, tá vit spyrja, hvørjar broytingar eru í NSÍ hópinum í summar.
– Bogi A. Løkin og Christian Høgni Jacobsen flyta aftur til Føroyar at búgva og teir hava ynskt at sloppið aftur til barndómsfelagið at roynt seg. Teir vera partur av venjingarhópinum restina av árinum og so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Eyðstein Skipanes. Hann váttar, at stórur áhugi hevur verið fyri 1.deildarleikarunum hjá NSÍ, sum liggja og kappast í oddinum í næstbestu deildini.
– Fleiri feløg hava víst fleiri leikarum áhuga. Vit hava eisini kunnað leikararnar um hetta, men eingin av teimum hevur ynskt at fara, sigur ítróttarstjórin.
Tað er óvist hvussu stóran leiklut Christian Høgni Jacobsen og Bogi A. Løkin fara at fáa í NSÍ. Báðir hava spælt í lægri deildunum í Danmark seinastu árini. Bogi hevur verið nógv skaddur seinastu árini, meðan Christian Høgni er komin upp í árini. Men talan er um royndar leikarar, sum áður hava víst spæl á sera høgum støði. So høgt støði, at teir hava verið millum landsins bestu leikarar. Christian Høgni er 37 ára gamal, men so seint sum í 2015 skoraði hann 3 mál í 223 minuttum fyri NSÍ í Effodeildini. Christian Høgni hevur skorað 126 mál í 246 dystum í bestu deildini og er skrásettur fyri 50 A-landsdystir. Hann var toppskjútti í bestu deildini í 2005 og 2006. 28 ára gamli Bogi A. Løkin er skrásettur fyri 18 A-landsdystir. Hann hevur spælt 170 dystir í bestu deildini og skorað 29 mál.
Flytingarvindeygað letur aftur mikukvøldið 12. juli kl. 23.59.




