Tríggir ungir KÍ leikarar fáa seg veruliga royndar í altjóða dystum í dag.
U19 landsliðið spælir EM undankapping í Rumenia, har fyrsti dysturin móti vertslandinum byrjaði kl. 13.00. Tveir KÍ leikarar byrjaðu inni. Á vinstra bakki er Mikkjal á Bergi, meðan Jákup B. Andreasen spælir á miðvøllinum. Eftir 38 minuttir er støðan 0-0.
Kl. 16.00 spæla U21 landsliðini hjá Russlandi og Føroyum í Russlandi. Jóannes Bjartalíð er millum teir fyrstu 11. Føroyska liðið er nógv styrkt til hendan dystin nú Sonni Ragnar Nattestad, Ári M. Jónsson og Brandur H. Olsen eru tøkir og byrja inni. Uppstillingin er: Elias Rasmussen – Benjamin Heinesen, Sonni Ragnar Nattestad, Adrias H. Erikssen, Ári M. Jónsson – Jóannes Bjartalíð, Jonas G. Hansen, Brandur H. Olsen, Patrik Johannesen – Gestur B. Dam og Magnus Egilsson.




