Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir mans og 37 harir

John William Joensen

Olivar J. Olsen hevur sent okkum fleiri myndir av harumonnunum í Árnafirði

Í myrkrinum í kvøld komu teir hugaligir harumenn aftur av veiðuferð í Gjóvadagli í Àrnafirði.

Jákup Hansen og Óli Hans Hansen fóru umleið kl, 8 í morgun eystur í Gjóvardal at skjóta harir og tá teir komu til húsa aftur um hálvgunn níggjutíðina í kvøld høvdu teir skotið 37 harir.

– Hetta hevur verið ein stravin dagur, men óføra stuttligur, sigur ein troyttur Jákup Hansen, tá vit tosaðu við hann í telefonini fyri løtu síðan.

– Vit hava gingið sera langt – hildu okkum fyri tað mesta í ovara partinum av Gjóvardali. Veðrið var ikki nakað serligt men álíkavæl eydnaðist dagurin framúr væl.

– Vit eru so trottir nú at vit hava avgjørt at lata harirnar hanga uppi í nátt og so fara vit at skrædla í morgin.

Sum skilst verða tær etnar feskar – og vit kunnu bara siga væl gagnist.